Screenshot 2022-10-25 at 12-55-01 Pædagogik og tilrettelæggelse.png
(Foto: Forsvarsakademiet)
Brynhild Thomsen
26.10.2022
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Seminar um verju í Arktis og Norðuratlantshavi

Forsvarskademiet, Grønlands Erhverv og Fróðskaparsetur Føroya skipa tann 9. november fyri seminari um verjusemjuna, sum nú skal fáast í lag á Fólkatingi

Hvat skal til fyri at fáa áhugamálini í NATO-samstarvinum, Danmark, Grønlandi og Føroyum at javnviga í verjusemjuni, sum skal gerast av donsku flokkunum á Fólkatingi, nú fólkatingsvalið er av?

Hetta evnið verður sett á breddan tann 9. november, tá seminar verður hildið í senn í Føroyum, Grønlandi og Danmark um verju í Arktis og Norðuratlantshavi. Seminarið verður hildið á veghæddini á Søgu- og samfelagsdeildini í Jónas Broncks gøtu í Havn, har høvi eisini verður at fylgja felags seminarpartinum talgilt.

Við tjóðarsemjuni um trygdarpolitikk, sum Sosialdemokratarnir, Vinstriflokkurin, SF, Radikali Vinstri og Konservativi Fólkaflokkurin gjørdu í mars 2022, varð avrátt, at Danmarkar útreiðslur til verju og trygd skulu vaksa upp í tvey prosent av danska BTÚ fyri árslok 2033, og at núverandi trygdarpolitiska støða við álopskrígnum hjá Russlandi krevur 3.5 milliardir krónur eyka í ár og næsta ár til m.a. økta tilbúgving. Partur av tjóðarsemjuni var somuleiðis fólkaatkvøða um at strika verjufyrivarnið hjá Danmark í ES-høpi, og tað gjørdu donsku veljararnir tann 1. juni í ár.

Nú tjóðarsemjan skjótt skal útgreinast við eini neyvari verjusemju, seta Forsvarsakademiið, Grønlands Erhverv og Fróðskaparsetur Føroya við seminarinum 9. november luppin á lokalu áhugamálini og møguleikarnar í teimum trimum londunum.

Á skránni er ein felags partur við m.a. framløgu hjá Michael Zilmer-Johns, sum stóð á odda fyri trygdarpolitiska greiningarbólkinum, sum í september í ár legði úr hondum frágreiðingina, Donsk trygd og verja fram móti 2035.

Spurningurin ovast í greinini verður settur á seminarinum:

Hvat skal til fyri at fáa áhugamálini í NATO-samstarvinum, Danmark, Grønlandi og Føroyum at javnviga í verjusemjuni, sum skal gerast?

Skrá:

12:00: Henrik Ryberg, stjóri í Forsvarsakademiinum, bjóðar vælkomin.

12:10: Henrik Gram Pedersen, stjóri á Center for Arktiske Sikkerhedsstudier í FA, leggur skránna fram.

12:15: Danski verjumálaráðharrin heldur røðu.

12:30: Michael Zilmer-Johns, sendiharri.

13:00: Lokalt kjak í ávikavist Føroyum, Grønlandi og Danmark. Í Føroyum verður panelfundur.

13:45: Afturljóð í plenum og uppfylgjandi kjak.

14:15: Kaffisteðgur.

14:30: Panelfundur um møguleikar og áhugamál hjá verjuídnaðinum og lokala vinnulívinum: Uni Holm Johannesen, ráðgevi í Vinnuhúsinum, Christian Keldsen, stjóri í Grønlands Erhverv, Joachim Finkielman, stjóri í Dansk Industri Forvar og sikkerhed, Andreas Krogh, Altinget, orðstýrari.

15:30: Hugleiðingar um dagsins kjak um kappingarstríð millum stórveldini í Arktis/Norðuratlantshavi: Charlotte Flindt Pedersen, stjóri í Det Uderigspolitiske Selskab.

15:55: Samanumtøka: Henrik Gram Pedersen, stjóri í Center for Arktiske Sikkerhedstudier í Forsvarsakademiinum.

16:00: Endi.

Tiltakið er alment og ókeypis.