Seminar um yrkjaraleiklutir
19.10.2016
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Seminar um yrkjaraleiklutir

Í døgunum 3. og 4. oktober hevði granskingarnetverkið Nordisk Modernistisk Lyrik (Norlyr) seminar á Føroyamálsdeildini.



Til viðgerðar á seminarinum vóru mongu og skiftandi leiklutirnir, sum yrkjarar taka á seg bæði í egnum yrkingum og uttan fyri yrkingarnar í almennum høpi. Hugtøk sum “rødd”, “tóni”, “rúm”, “engagement”, “affekt”, “persón-avtøka”, “skipan” o.s.fr. vóru kannaði og viðgjørd. Tann fyrri dagurin var almennur, og tá nýttu lesandi á Føroyamálsdeildini høvið at lurta eftir framløgunum og kjakinum. Bergur Djurhuus Hansen, sum hevur verið limur í netverkinum síðan 2013, hevði tann seinna dagin framløgu um Katrina Ottarsdóttur og yrkingasavnið “Eru koparrør í himmiríki” við samanberandi dømum og perspektivum úr hinum Norðurlondunum. Av øðrum yrkjarum, sum vórðu viðgjørdir á seminarinum, kunnu nevnast Ursula Andkjær Olsen (Danmark), Gunvor Hofmo (Noregi), Bjørn Aamodt (Noregi), Hildegunn Dale (Noregi), Martin Larsen (Danmark), Dan Turèll (Danmark), Øyvind Rimbereid (Noregi), Nils-Øivind Haagensen (Noregi), Ulf Karl Olov Nilsson/UKON (Svøríki) og Johan Jönsson (Svøríki).

Seminarini hjá netverkinum verða hildin í teimum universitetsbýum í Norðurlondum, har limirnir búgva, og umframt framløgurnar eru altíð onnur upplýsandi tiltøk á skránni. Hesa ferð vitjaðu seminarluttakararnir m.a. í Kirkjubø, og endað varð við fundi í íbúðini í Gamla Bókhandli, har Sissal Kampmann las upp yrkingar.

Framløgurnar á Norlyr-seminarunum eru fyrireikingar til greinir, sum verða givnar út í bók. Fyrr í ár gav netverkið út eina bók um langar yrkingar í Norðurlondum, og ein bók um økokritikk er á veg. Bókin við greinum frá seminarinum í Føroyum kemur væntandi um 1 til 1½ ár.

Granskingarnetverkið Norlyr hevur egna heimasíðu: http://www.cgs.aau.dk/forskning/faglige-netvaerk/norlyr/

Alvheim & Eide Akademisk Forlag í Bergen hevur givið út seinastu bøkurnar hjá netverkinum: http://www.alvheimeide.net/