Uttanfyrilist.png
24.05.2022
Setrið Føroyamálsdeildin
Skriva út

Seminar: UttanfyriList - Outsider Art

Sunnudagin 29. mai kl. 16-18 skipar Útbúgvingin í listaligum arbeiði á Fróðskaparsetri Føroya fyri seinnapartsseminari í Kongshøll um "uttanfyrilist"

Á seminarinum verða fyrilestur, upplegg og samrøður, sum frá ymiskum sjónarmiðum viðgera evnið Outsider Art. Eitt hóskandi føroyskt heiti í hesum samanhangi er UttanfyriList, skrivað í einum orði.

Tað sipar til list, sum verður skapað uttan fyri etableraða listastovnin av listafólkum, sum liva í útjaðaranum samfelagsliga.

Seminarið er eitt samstarv við leikbólkin Det Ferösche Compagnie, sum frumsýnir sjónleikin Lykkenborg 1. juni 2022 í Listastovuni í Miðvági.

Skrá


• 16.00 Vælkomin: Bergur Djurhuus Hansen, Ph.d., lektari í bókmentum og dekanur á Føroyamálsdeildini

• 16.05 Fyrilestur: Castles of Happiness: Outsider Art, Performance, and Spaces for Living, Bridget Escolme, professari í leiklist á Queen Mary University of London

• 16.50 Upplegg: Áskoðaraampi. Um leiklutin sum áskoðari og ábyrgdina fyri hvussu leikur ferst, Turið Nolsøe, Ph.d.-lesandi í retorikki

• 17.15 Samrøða: Verkætlanin Lykkenborg – Marita Dalsgaard, leiklistafólk, hevur samrøðu við Búa Dam, leikstjóra, Kristinu Ougaard, sjónleikara, Dánjal á Neystabø, tónleikara, um arbeiða við uppsetanini av nýskrivaða leikinum, Lykkenborg

• 18.00 Takk fyri

Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin!

Bridget Escolme er professari í leiklist á Queen Mary University of London. Um seg sjálva og sín fyrilestur skrivar hon:

In this talk, Bridget Escolme introduces some of the celebrated figures of ‘outsider art’ who have created alternative universes and domestic spaces as part of their oeuvre. She brings the History of Art debates about these artists into conversation with the work of UK performers who have imagined ideal places to live, or whose art intervenes in contemporary concepts of the domestic. All these artists have had mental health diagnoses or lived experience of the mental health services. What visions of social and domestic living have they created as an alternative to enforced incarceration? How might they empower their viewers and audiences to think about sustainability and social justice in the living spaces of the future? Bridget borrows her title from the English translation of Lykkenborg, Det Ferösche Compagnie’s current production.’
Bridget Escolme is Professor of Theatre and Performance in the Department of Drama at Queen Mary University of London, where she researches and teaches theatre history, performance and mental health, histories of emotions, and histories of fashion and costume. She is the co-convener of QMUL’s MSc in Creative Arts and Mental Health, a collaboration between the Department of Drama and the Centre for Psychiatry and Mental Health. She is author of Talking to the Audience: Shakespeare, Performance, Self (Routledge 2005); Emotional Excess on the Shakespearean Stage (Bloomsbury, Arden Shakespeare, 2014); Shakespeare and Costume in Practice (Palgrave, 2021). She is currently working on a collaborative book with Dr Maria Turri, Centre for Psychiatry: Laughter, Power and the Unconscious, to be published by Routledge this year.

Turið Nolsøe, ph.d.-lesandi í retorikki, hugleiðir í sínum uppleggi um ampan ella stiknið, vit kunnu hava mótvegis leiklutinum sum áskoðari til sjónleik. Markið millum pall og sal, veruleika og skaldskap verður ofta brotið í sjónleiki, og við útgangsstøði í áskoðaraástøði og dømum úr føroyskari palllist, verður sjóneykan sett á, hvat hetta ger við ábyrgdina hjá áskoðaranum, og hví hon kann kennast óhugalig.

Lesið meira um leikin Lykkenborg á heimasíðuni hjá Det Ferösche Compagnie her.