Semja um at ynskja Setrinum kampus í 50 ára gávu
Fyrrapartin hevur verið skipað fyri tiltaki í Norðurlandahúsinum fyri starvsfólki og lesandi á Setrinum, nú 50-ára stovningardagurin hjá Fróðskaparsetri Føroya verður hátíðarhildin.
Tað eru í dag, mikudagin 20. mai 2015, liðin 50 ár, síðani at Fróðskaparsetur Føroya varð sett á stovn. Í tí sambandi verður skipað fyri hátíðarhaldi í Norðurlandahúsinum. Dagurin byrjaði kl. 10, tá skipað varð fyri tiltaki í Norðurlandahúsinum fyri starvsfólk og lesandi á Setrinum.
Byrjað varð við morgunmati, og høvi varð at síggja framsýning um Fróðskaparsetur Føroya, Føroya Læraraskúla og Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya.
Aftaná var pallborðsfundur, har Jón Brian Hvidtfeldt var orðstýrari. Byrjað varð við framløgum frá luttakarum. Sigurð í Jákupsstovu, rektari, bjóðaði vælkomin og legði fyri við at taka aftur í tað, hann skrivaði til blaðið Fjølnir, sum MFS útgevur. Her greiðir hann frá, hvussu hann ímyndar sær, at eitt framtíðar kampus fyri Setrið skuldi sæð út. Hetta eigur, eftir hansara tykki, at verðið staðsett á Debesartrøð.
Næstur var Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, og hann var samdur við rektaran um staðseting og legði eisini dent á, at eitt kampus eftir hansara tykki skal raðfestast høgt.
Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentamálanevnd Tórshavnar býráðs vísti á, at kommunan fyri árum síðani hevði sett av eitt byggiøki ovarlaga í býnum, undir Hotel Føroyum, men at tey eisini dugdu at síggja, at eitt komandi kampus hevði verið eitt gott íkast hjá Tórshavnar býi. Tí stuðlaði hon ætlanini um, at kampus verður bygt á Debesartrøð og at Venjingarskúlin, tá flutt verður úr honum aftan á 2018, verður partur av hesi loysn.
Turið Christoffersen umboðaði Ráð teirra lesandi á Setrinum, og hon legði dent á tørvin í at fáa eitt kampus sum skjótast, ikki minst fyri trivnaðin. Eisini legði hon dent á lestaríbúðir við eini húsaleigu, sum lesandi eru før fyri at gjalda. Men allarstørsta ynski var, at lesandi og teirra tørvur verður virdur og mettur sum ein íløga í framtíðar føroyska samfelagið.
Nógv fólk luttóku, og fleiri áhugaverd sjónarmið komu fram. Millum annað, at tað er av týdningi, at eitt kampus í mest møguligan mun verður savnað undir einum taki.
Hátíðarhaldið heldur á seinnapartin, tá skipað verður fyri almennum hátíðarhaldi í Norðurlandahúsinum á 50-ára stovningardegi Fróðskaparsetur Føroya.
Sí skrá her
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...