Jóan Pauli Joensen
10.06.2008
Skriva út

Sendikvinna vitjar á setrinum

Kanadiska sendikvinnan í Danmark, Mrs. Fredericka Gregory, sum hevur verið fýra ferðir í Føroyum, sýnir Fróðskaparsetrinum stóran áhuga, og hvørja ferð hevur vitjað hon setrið; hesa ferð á Náttúruvísindadeildini.


Seinnapartin 5. juni tók setursrektarin, umframt varasetursskrivarin, lærarar á Náttúruvísindadeildini og rektarin á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum, ímóti sendikvinnuni, sum fylgir væl við í føroyskum viðurskiftum, og undirvísing og gransking hevur hennara stóra áhuga. Rektarin hevði ikki meira enn ynskt henni vælkomnari, tá hon straks ynskti honum tillukku við nýggju seturslógini og tí, at samanleggingin av trimum undirvísingarstovnum varð samtykt í løgtinginum og nú vorðin veruleiki. So nógv av prátinum fór fram um hetta og tann týdning, tað fer at koma at hava fyri ikki bert tað nýggja setrið, men eisini fyri Føroyar sum heild, tað at føroysku politikararnir nú av álvara høvdu valt at raðfesta undirvísing og gransking í komandi tíðum.

Eftir at fólk høvdu sessast til ein drekkamunn, greiddi rektarin frá gongdini hesi seinastu árini og um visjónirnar fyri framtíðina. Hans Pauli Joensen greiddi frá undirvísing og gransking á Náttúruvísindadeildini. Sendikvinnan helt, at tað var so áhugavert, og spurdi, um ikki undirvísing eisini fór fram á eingilskum, so deildin kundi bjóða útlendskum studentum at lesa her eisini. Setrið arbeiðir við málinum, segði Hans Pauli Joensen, megindeildarleiðari. Eisini helt sendikvinnan, at tað kom at verða annað lívið, tá setrið fór at taka studentar inn á hvørjum ári. At taka studentar inn annaðhvørt ella triðjahvørt ár var bert ein viðfáningur og darvandi fyri bæði studentar og lærarar.

Hon greiddi eisini frá, at hon fyri stuttum hevði verið í Nuuk og vitjað teirra nýggja universitet, og spurdi, nær setrið fekk nýggjar bygningar. Rektarin royndi at svara so diplomatiskt sum gjørligt, at tað enn kann koma at taka eitt sindur av tíð. Hans Pauli Joensen kom eisini inn á TACIT, ta ætlaðu altjóða klimagranskingarmiðstøðina, sum arbeitt verður við her í landinum. Hetta vakti stóran áhuga og aldi fram nógvar spurningar.

Fredericka Gregory, sendikvinna, var sera fegin um, at ein av professarunum á Náttúruvísindadeildini var landsmaður hennara. Jim Brown professari í jarðalisfrøði hevur verið professari á setrinum í skjótt fýra ár. Jim Brown greiddi frá undirvísing og gransking síni og sýndi fram nakrar ljósmyndir úr Føroyum. Kona Jim, Elisabeth, var saman við manni sínum.

Súsanna M. Mortensen, rektari á Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya, greiddi eisini frá Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum og útbúgvingini av sjúkrarøktarfrøðingum í Føroyum.

Klokkan nærkaðist 6, áðrenn sendikvinnan takkaði fyri seg. Hon kemur aftur á setrið næstu ferð og gleðir seg tá til at vitja Sjúkrarøktarfrøðiskúlan og Læraraskúlan.