flatmynd 2 av kampus Landsverk.png
Brynhild Thomsen
14.12.2022
Setrið
Skriva út

Serfrøðingabólkur: Skundast má undir universitetskampus

Í eftirmetingini av Fróðskaparsetri Føroya sigur uttanhýsis serfrøðingabólkurin, at fremsta tilmælið fyri at góðskumenna útbúgvingarnar er at skunda undir kampussið, sum má sniðgevast soleiðis, at fólk trívast við at læra og búleikast har

Í trivnaðarkanning oman á trivnaðarkanning hava lesandi á Fróðskaparsetri Føroya víst á, at fysisku karmarnir eru ikki nøktandi. Lesandi hava ikki dult fyri, hvussu tað skalar trivnað og lestrarlív, at Setrið er so spjatt kring býin, fyri ikki um at tala trotið á bíligum lestrarbústøðum, sum leggur alt ov stórt trýst á tey, sum velja at nema sær hægri útbúgving í Føroyum.

Og uttanhýsis metingarnevndin, sum nú hevur latið Uttanríkis- og mentamálaráðnum sína frágreiðing um Fróðskaparsetrið, gevur teimum lesandi rætt.

Fremsta tilmælið hjá serfrøðingabólkinum, tá tað ræður um góðskumenning av útbúgvingunum á Setrinum, er at skunda undir at fáa bygt universitetsbýlingin, sum hevur verið í umbúna í mong ár, og har alt virksemið hjá Setrinum verður savnað. Uttanhýsis serfrøðingarnir skriva soleiðis til aðalráðið í frágreiðingini:

Allir áhugapartar eiga at skunda undir ætlanina at fáa eitt savnað universitetskampus í Havn, sum skal sniðgevast, so at fólk trívast við at læra og búleikast har. Sniðgevingin eigur at taka útgangsstøði í tørvunum hjá lesandi (student experience), atkomiligheit og akademiskari dygdargóðsku (academic excellence) og við tí í hyggju, at kampus skal draga bæði føroysk og altjóða lesandi at sær.”

Ólavur Ellefsen, formaður í stýrinum fyri Setrið og í Kampusbólkinum, sum arbeiðir við verkætlanini, er púra samdur við serfrøðingabólkinum. Meira ferð má setast á, og landsstýrið má av álvara raðfesta hesa týdningarmiklu íløguna í fólk og samfelag.

- Vit hava prógvað, at íløgur í hægri útbúgvingar geva úrslit og kunnu venda fráflyting til tilflyting. Stóri bágin er, sum serfrøðingabólkurin eisini leggur dent á, at teir óhóskandi fysisku karmarnir ikki stimbra undir menning av útbúgvingunum. Og tann menningin má og skal til, nú Føroyar vilja fáa Setrið altjóða góðkent. Tí frøddi tað meg at hoyra forfólkini í politisku flokkunum undir valstríðnum tala fyri kampusætlanini. Og nú vóni eg, at nýggja samgongan fer at lurta eftir tilmælinum frá serfrøðingabólkinum og seta meira pening av og harvið seta meira ferð á kampusætlanina”, sigur Ólavur Ellefsen, stýrisformaður.

Lesið alla frágreiðingina frá uttanhýsis eftirmetingarbólkinum her.

Og lesið fylgiskjølini her.