08.05.2018
Til lesandi Søgu- og samfelagsdeildin Skriva út
Sessión um matveitingartrygd og samstarv í Arktis
Mikudagin 9. mai 11:00-11:45 skipar Fróðskaparsetrið í sambandi við Arctic Circle í Norðurlandahúsinum fyri sessión um matveitingartrygd og samstarv um matvøruframleiðslu í Arktis.
Til hesa sessión eru bjóðað Ragnheiður Thórarinsdóttir fyri Svinna úr Íslandi, David C. Natcher frá University of Saskatchewan, Søren Halling frá sp/f Næla og Andrass Holm Arge frá Búnaðarstovuni.
Hesa fara øll at hugleiða um og lýsa møguleikarnar fyri øktari matvøruframleiðslu í Arktis – og um hvussu londini í Arktis kunnu samstarva um júst hetta. Sessiónin er eitt samstarv millum Fróðskaparsetrið, Uttanríkis- og Vinnumálaráðið og Tórshavnar Kommunu.
Leinki til skránna fyri Arctic Circle fæst HER
Nærri kunning fæst við at venda sær til Martin Mohr Olsen, MartinO(at)setur.fo
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...