Set tín dám á framtíðar Setrið
Skriva út

Set tín dám á framtíðar Setrið

Á ráðstevnuni Nordic Sustainable Universities Conference í morgin og fríggjadagin hava lesandi á Setrinum møguleikan at ávirka, hvussu eitt framtíðar setursumhvørvið eigur at verða


Eitt av stórmálunum hjá Setrinum er at fáa tíðarhóskandi karmar til tað alsamt vaksandi virksemið – at fáa tað, ið hevur verið rópt eitt sokallað kampusøki. Í september handaði ein arbeiðsbólkur landsstýriskvinnuni fyrstu frágreiðingina, og har verður m.a. sagt, at “universitetsøkið má vera eitt opið, inkluderandi og savnandi umhvørvi, ið dregur býin, samfelag og vinnulív til sín.”

Lesandi mugu koma við sínum sjónarmiðum
Lau Ø. Blaxekjær er ein teirra, ið hevur tikið stig til ráðstevnuna Nordic Sustainable Universities Conference, sum verður í Havn hósdagin og fríggjadagin. Tá ið talað verður um burðardygd, so verður oftast hugsað um tilfars- og orkunýtslu. Lau vísir á, at burðardygd er eisini hetta, at tey, ið á einhvønn hátt eru partur av eini verkætlan, eisini eru við til at forma hana.

- Tey, ið virka á Setrinum, skulu hava umstøður at virka, trívast og mennast á einum framtíðar Setri. Tey lesandi eru størsti bólkurin í tali á Setrinum, og tað er upplagt, at tey koma á ráðstevnuna at hoyra framløgurnar og ikki minst bera síni sjónarmið fram. Tá ið alt kemur til alt, so eru tað tey lesandi sjálvi, ið vita best, hvat tey sakna og hvat tey kundu hugsað sær, sigur Lau Ø. Blaxekjær.

Øll sjónarmið verða tikin við
- Tí rokni eg við at síggja fleiri lesandi á ráðstevnuni, og at tey fara at koma at bera fram sínar royndir og síni sjónarmið í verkstovunum, sum vera. Tey, ið bert kunnu seta ein dag av, kunnu koma til fyrra dagin, í morgin hósdagin, tá ið framløgurnar og verkstovurnar vera, sigur Lau Ø. Blaxekjær.

Lau Ø. Blaxekjær leggur í sambandi dent á, at øll sjónarmið, sum verða borin fram, eisini verða tikin við í framtíðar arbeiðnum við nýggja Setrinum.

Ráðstevnan er ókeypis fyri lesandi og starvsfólk - og tú fært ráðstevnudøgurða í Fútastovu, um tú meldar teg til í dag.

Tú kanst melda teg til her.

Skráin fyri ráðstevnuna sæst her:

Nordic_Sustainable_Campus_Conference_Programme_Torshavn_Oct_2017.pdf