Setanin hjá rektaranum longd við trimum árum
15.10.2015
Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin Søgu- og samfelagsdeildin Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Setanin hjá rektaranum longd við trimum árum

Herálvur Joensen, stýrisformaður og Sigurð í Jákupsstovu, rektari hava fríggjadagin 9. oktober skrivað undir avtalu um at leingja setanina hjá rektaranum við trimum árum, soleiðis at hon ístaðin fyri at fara úr gildi 31. august 2016 fer úr gildi 31. august 2019.


Sigurð í Jákupsstovu tók við starvinum sum rektari fyri Fróðskaparsetur Føroya tann 1. september 2011.

Stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya