Setir karrieruvegleiðing og VÚ á breddan
Mánadagin 28. september og týsdagin 29. september er NVL – Norðurlendskt netverk fyri vaksnamannalæru – vertur fyri tveimum tiltøkum, ið venda sær til øll, sum eru áhugað í hugsjónini um lívslanga læru, arbeiði við skúlaskapi, førleikamenning á arbeiðsmarknaði, vegleiðing, førleikameting, og sum tvørturum sektorar virka fyri at seta á stovn eina skipaða vaksnamannaútbúgving.
28. september:
Ráðstevna um ‘CMS’ og leiklut vegleiðarans í validering (førleikameting)
Hugtakið CMS (Career Management Skills) snýr seg um førleikan at handfara og røkja sína útbúgvingar-, yrkis- og lívsleið. Á hesi stevnu fara limir úr norðurlendska vegleiðaranetverki NVLs at varpa ljós á tvey aktuel temu, karrierulæru og førleikameting. Tvær frágreiðingar verða lýstar og viðgjørdar við atliti at føroyskum viðurskiftum. Tann fyrra er frágreiðingin “Karrierekompetence og vejledning i et nordisk perspektiv – Karrierevalg og karrierelæring”, ið byggir á samstarv ímillum NVL og ELGPN (European Lifelong Guidance Policy Network – www.elgpn.eu ). Hin frágreiðingin, ið hevur heitið “ Guidance in validation: Challenges and recommendations”, ið væntandi verður útgivin síðst í september, snýr seg um leiklut vegleiðarans í sambandi við tilgongdir til førleikameting.
Ráðstevnan, ið verður í Norðurlandahúsinum, er viðkomandi fyri øll, sum arbeiða við skúlaskapi, førleikamenning á arbeiðsmarknaði og innan almannaverk, við sambondum millum vinnulív og útbúgving og øll tey, sum skulu fremja politikk á hesum nevndu økjum.
Tilmelding fer fram á heimasíðu NVLs á http://nvl.org/ Í kalendara á: http://nvl.org/kalender/moduleid/489/itemid/308/mctl/eventdetails sært tú skrá og on-line tilmeldingarskjal. Freistin at boða frá luttøku er hósdagin 24. september.
29. september:
Seminar um vaksnamannaútbúgving (VÚ)
Seinna tiltakið, ið setur VÚ á breddan, verður frá kl. 13 – 17 á Parnassinum á Hotel Hafnia. VÚ, ið er stytting fyri vaksnamannaútbúgving og lívlanga læru í breiðari merking, er eitt raðfest øki í norðurlendskum samstarvi. Á hesum seminari verður ljós varpað á visión hjá Ráðharraráði Norðurlanda fyri samstarv, netverkan og raðfestingar innan VÚ-økið, hví vaksnamannalæra er eitt raðfest átaksøki í norðurlondum, og hvussu støðan viðvíkjandi grundleggjandi førleikum hjá vaksnum sær út í grannalondum okkara. Eisini verður VÚ-økið í Føroyum, sum tað sær út í dag, lýst úr ymsum sjónarhornum, har aktørar á ymsum økjum lýsa verandi støðu og tørv, og lagt verður upp til kjak um, hvussu vit í Føroyum fáa tikið fyrstu stigini til at fyrireika og seta á stovn eina skipaða vaksnamannaútbúgving, ið byggir á hugsjónina um lívlanga læru. Millum tey, ið hava framløgu, eru Antra Carlsen, høvuðssamskipari NVLs og Anders Rosdahl, granskingarleiðari á “SFI - Det Nationale Forskningscenter for Velfærd”.
Málbólkur: Myndugleikar, fakfeløg, áhugafeløg, arbeiðsgevarar, politikkarar, vegleiðarar, lærarar, granskarar, umboð fyri útbúgvingarstovnar og annars øll, ið hava áhuga fyri hesum evni.
Tilmelding: Tilmelding fer fram við at senda ein t-post til AnnaT(at)setur.fo, har tú upplýsir navn, t-post og arbeiðsstað (felag/stovn/skúla/myndugleika, o.s.fr.).
Freistin at boða frá luttøku er fríggjadagin 25. september kl. 12.00.
GG. tiltøkini eru ókeypis, men neyðugt er at boða frá luttøku.
Øll áhugaði eru vælkomin!
Vinaliga vegna NVL og samstarvsbólk NVLs
Elisabeth Holm, NVL-kontaktpersónur,
Fróðskaparsetur Føroya
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...