Setrið á Mentanarnáttini
11.06.2015
Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin Søgu- og samfelagsdeildin Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Setrið á Mentanarnáttini

Aftur í ár luttekur Setrið á Mentanarnáttini, sum verður hildin í Havn 12. juni 2015. Hesa ferð verður tiltakið fyriskipað í Bókbindaragøtu 8.


Á tiltakinum eru básar, har høvi er hjá vitjandi at fáa nærri kunning um allar útbúgvingarnar og upptøku á Setrinum 2015.

Arnold Ludvig (Bass) og Leivur Thomsen (Guitar) koma at spæla sum Jazz duo.

Framsýningin "Setrið 50 ár" er sett upp aftur har til høvið, eins og kreativa breytini á Námsvísindadeildini fer at vísa ein film, tey hava gjørt.

Setrið bjóðar gestunum vaflur við róma og súltitøj, eins og kaffi, te og vatn verður at drekka.

Skráin er hendan:

  • 18:45 Dyrnar lata upp
  • 19:00 Almenn kunning um upptøku á Setrinum 2015
  • 19:20 Arnold Ludvig (Bass) og Leivur Thomsen (Guitar) koma at spæla sum Jazz duo.
  • 20:00 Framløga við Jens Mortan Rasmussen, lesandi á Námsvísindadeildini
  • 20:30 Framløga við Ingilín D. Strøm, lesandi á Føroymálsdeildini
  • 21:00 Framløga frá lesandi á Søgu- og samfelagsdeildini
  • 21:30 Framløga við Rakul Enni og Elisabeth Anthoniussen, lesandi Sjúkrarøktarfrøðideildini. Tær greiða frá, hví tær valdu at lesa sjúkrarøktarfrøði og hvussu tær uppliva útbúgvingartilgongdina
  • 22:00 Framløga frá Andrias Gregoriussen, Jóhan Paula Magnussen og Helmu Mariu Tróndheim, sum lesa orkuverkfrøði á Náttúruvísindadeildini
  • 22:30 Tiltakið endar


Øll eru hjartaliga vælkomin

Fróðskaparsetur Føroya