Setrið á spennandi ráðstevnu í Finnlandi
Fróðskaparsetrið og Visit Sandoy vóru á spennandi ráðstevnu í Rovaniemi í Finnlandi í februar, og luttóku m.a. í kjakinum um, hvussu lokal vitan kann tvinnast í avgerðartilgongdir hjá planleggingarmyndugleikum.
Ráðstevnan tók støði í granskingarverkætlanini BuSK (stendur fyri Building Shared Knowledge), sum m.a. varpar ljós á, hvussu lokal vitan kann menna burðardygga lendisplanlegging. BuSK verkætlanin er fíggjað av ES, og umframt Føroyar luttaka eisini Finnland, Svøríki, Noreg, Ísland, Grønland og Írland. Endamálið við verkætlanini er at menna vitan og vitanaramboð í mun til lendisnýtslu og stýring av lokalum tilfeingi í Útnorðri.
Í føroyska verkætlanarbólkinum verður arbeitt við Sandoynni sum dømi. Oyggin er serliga spennandi, tí broytingar kunnu væntast í lendisnýtslu og bústaðarmynstri orsakað av komandi undirsjóvartunli og øktum ferðavinnuvirksemi millum annað. Setrið samstarvar við m.a. við samskiparan í Visit Sandoy, Tordis á Rógvu. Hon luttók eisini á ráðstevnuni í Finnlandi og helt áhugavert upplegg um, hvussu Sandoyar sýsla ynskir at menna eina burðardygga ferðavinnu.
Eitt fyribils úrslit av kanningunum í verktætlanini er, at staðbundna vitanin í lokaløkjunum og mentanarligi týdningurin av lendisnýtslu ikki er serliga sjónligur í avgerðartilgongdum. Her liggur ein stór lokal vitan, sum hevur týdning fyri framtíðar lendisnýtslu, eitt nú ísv. ferðavinnu og aðra vinnu. Setrið arbeiðir í løtuni víðari við verkætlanini, og fleiri úrslit verða væntandi klár seinni í vár. M.a. er ein bók ávegis, har øll luttakandi londini bera fram úrslit úr verkætlanini.
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...