Setrið er nakað heilt serligt
- Eg eri liðugur við bachelor, men eg má geva æruna víðari til Setrið og øll tey einastandandi fólkini, sum eru rundan um meg, sigur Petur Háberg, ið lesur Sosialvísindi og samfelagsplanlegging
Petur Háberg úr lesur Sosialvísindi og samfelagsplanlegging á Fróðskaparsetrinum. Hann hevur gjørt bachelorpartin burturav sær, og sum hann sigur "hurraá fyri mær!".
- Trý ár ganga skjótt. Man er ikki heilt ungur, og tað er eisini uppá tíðina, at eg fái pappír uppá mín vísdóm og genialitet, sigur Peturvið einum skálkabrosi, men leggur so aftrat, at hann má geva æruna víðari, tí Setrið er nakað fyri seg.
- Um eg ikki las her, so hevði eg allarhelst langt síðani verið givin. Øll á Setrinum (á ‘Søgu- og samfelagsdeildini’ fyri at vera heilt ítøkiligur) vilja, at tú skalt eydnast.
Petur sigur, at upplivingin at ganga á Setrinum er ein kensla, og tað er torført at forklára, men sum hann tekur til - "eg kann royna".
- Ein dagur kann byrja við, at tú fært tær eina sigarett og eitt prát saman við vaskikonunum uttan fyri høvuðsdyrnar. Síðani fert tú uppá á skrivstovuna á 2. hædd, tí tú ikki heilt veit, hvussu komandi próvtøkan gongur fyri seg. ”Hey, Petur” - og ein endar í einum ’nå-for-hundin-er-hon-dóttir-tín’-práti, greiðir hann frá.
- Síðani fert tú til undirvísing, sum er á 4. hædd, saman við tínum – í mínum føri – fantastisku samlesandi. Men á 4. hædd sita eisini allir hinir undirvísararnir, sum tú hevur havt gjøgnum lesnaðin. Og teir heilsar tú uppá, vinkar til ella endar í einari djúpari samrøðu við um okkurt lestrarvikomandi – ella bara um veðrið, fótbólt ella vánaligu sofurnar í felagsgongini.
Petur fortelur, at fyri nøkrum árum síðani las hann í Keypmannahavn, og heldur fyri 'alt gott um at lesa har', tí tað riggar fyri nógv.
- Men eg gekk eitt hálvt ár á CBS (Copenhagen Business School), og hettar hálva árið á CBS tosaði eg ikki við eina sál. Ongan. Eg kom, eg sá og eg fór!
Hann er sera fegin um, at hann valdi at skifta lestrarstað og byrja á Setrinum, tí tað er eitt lítið umhvørvi, ið riggar til hansara sinnalag. Hann stórtrívist og fær av somu orsøk hugsavna seg um lesturin.
- Eg havi ikki nokk rósandi orð fyri øll tey, ið hava verið rundan um meg, meðan eg havi lisið á Setrinum. Og var tað ikki fyri hettar allatíðina undirliggjandi: ”Vit halda við tær, Petur!”, so hevði eg nokk langt síðani verið givin, sigur Petur.
So løgið tað kann ljóðað, so hevur Petur valt at fara til Keypmannahavnar í skiftislestri. Næsta árið skal hann ganga á Sociologisk Institut, og hann letur væl at.
- Tað kanska virkar sum ein tvørsøgn, at eg havi valt at fara aftur til Keypmannahavnar. Men Setrið hevur veruliga givið mær eitt boost, bæði fakliga persónliga, og nú haldi eg meg ikki aftur, sjálvt um manna skal venja seg til eitt umhvørvi við væl fleiri fólkum enn eg eri vanur við á Setrinum, sigur Petur Háberg at enda.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...