Setrið fingið methøgt tal av umsóknum
Fróðskaparsetrið hevur fingið 159 kvotu 2 umsóknir til komandi lestrarár. Tað eru 35 umsóknir fleiri enn í fjør.
Áhugin fyri at nema sær útbúgving á Fróðskaparsetri Føroya er støðugt vaksandi. Tann 15. mars, tá evstamark var at søkja eftir kvotu 2, hevði Fróðskaparsetrið fingið 159 umsóknir. Tað eru 35 umsóknir fleiri enn í fjør.
Kvota 2 er ætlað teimum umsøkjarum, sum ikki hava nóg gott miðaltal frá miðnámsskúla, ella sum hava onnur, javngóð prógv á sama stigi ella hægri. Aðrir førleikar enn miðnámsskúlaprógv verða eisini umfataðir av samlaðu metingini.
Umsøkjarar eftir kvotu 2 eru ofta fólk við fleiri starvsroyndum samanborið við tey, sum søkja eftir kvotu 1, sum í flestu førum nýliga hava lokið miðnámsskúlaprógv. Evstamark fyri kvotu 1 er 1. juli 2014.
Síðani tað bleiv gjørligt at søkja eftir kvotu 2 fyri trimum árum síðani, hevur umleið ein fimtingur av teimum lesandi verið innskrivaður eftir hesum leisti. Um sami tendensur ger seg galdandi til kvotu 1 í juli, bendir nógv á, at talið av umsóknum eftir summarfrítíðina verður hægri enn nakrantíð.
Allir umsøkjarar fáa svar í seinasta lagi mánadagin 14. juli, og umsøkjarin skal vátta fyri 4. august, hvørt hann ella hon tekur við lestrarplássinum.
- Vit fegnast um høga talið av umsóknum. Hetta er greitt tekin um, at áhugin at lesa á Setrinum er vaksandi, og at tørvurin á einum sterkum Fróðskaparsetri gerst alsamt sjónligari, sigur Sigurð í Jákupsstovu, rektari.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...