Setrið knýtt í Kervi+
Nýggja lestrarfyrisitingarskipanin, Kervi+, er nú sett í verk á Fróðskaparsetri Føroya. - Hetta verður eitt stórt framstig fyri bæði lesandi og starvsfólk, sigur Martin Tvede Zachariasen, rektari
Týsdagin var samkoma í Kongshøll á Fróðskaparsetri Føroya, tá fyrsta almenna takið varð tikið í stóru KT-verkætlanini, sum fevnir um undirvísingargeiran í øllum landinum. Talan er um Kervi+ og Skúlanet.
Samkoman fyri starvsfólk á Setrinum, KT-eindina í Undirvísingarstýrinum, stýrisbólkin fyri heildarætlanina, veitarar og fólk frá Talgildu Føroyum, KT-landsins, Nám og Gjaldstovuna, hevði fingið heitið "reisigildi". Tí enn er tað bara Fróðskaparsetrið, sum hevur tikið Kervi+ í nýtslu, meðan hinir útbúgvingarstovnarnir í landinum koma upp í seinni, sohvørt "innrættað" verður.
Kervi+ er ein lestrarfyrisitingarskipan við øllum teimum mongu tættum, sum skil skal haldast á bæði hjá starvsfólki og lesandi í føroyska undirvísingarverkinum.
Tættirnir í Kervi+ eru tríggir - lærupallar, samskifti og fyrisiting. Kervi+ hevur til endamáls at hjálpa skúlum og undirvísingarstovnum at skipa virksemi og tilfeingi. Tað snýr seg m.a. um upptøku, ráðlegging og skráseting av undirvísingarvirksemi, eftirmetingar, próvtøkur, leiðslukunning o.a. Skipanin kemur at fevna um fólkaskúlan, miðnám, heilsuhjálpara- og heilsurøktaraútbúgving, maritimar útbúgvingar og hægri útbúgvingar.
Og í vikuni stóð so Fróðskaparsetrið fyrst fyri tørni at taka skipanina í nýtslu.
Valentino Acierno, KT-vørður á Fróðskaparsetrinum, og Mortan Zachariasen, deildarleiðari í Undirvísingarstýrinum, sum vegna KT-eindina har hevði framløgu um nýggju lestrarfyrisitingarskipanina
- Fróðskaparsetrið verður í dag heimsins fyrsta universitet, sum tekur í nýtslu heimsins fyrstu undirvísingarskipan fyri ein heilan undirvísingargeira í einum landi, segði Mortan Zacharsen m.a. í síni framløgu. Kervi+ og Skúlanet eru nevniliga eitt nýbrot, tí við hesum fer undirvísing í Føroyum at standa á einum felags og nógv sterkari og tryggari palli.
Mortan Zachariasen greiddi frá gongdini, sum hevur verið í hesi stóru verkætlanini. Tað byrjaði við, at ein skúli rópti neyðarróp, tí KT-skipanin har stóð og ridlaði á tromini og var um at fara fyri bakka. Avgerð varð tá tikin um at fara undir forkanningar av KT-standinum í øllum undirvísingargeiranum, og niðurstøðan var ikki góð.
- Forkanningarnar vístu, at tað var ein "góð" blanding av neyð og elendigheit, segði Mortan Zachariasen. Hetta var í 2019.
Í 2020 varð ein heildarætlan gjørd, og í 2021 samtykti Føroya Løgting einmælt at dagføra alt undirvísingarverkið á KT-økinum.
Síðani hevur "landsliðið" av KT-mennarum - t.e. Elektron, KT-eindin í Undirvísingarstýrinum, Minteo, Formula, Gjaldstovan, Tal og Prisma - arbeitt saman við Námi og verkstovum frá øllum undirvísingarstovnum og skúlum í landinum við at menna Kervi+ og Skúlanet.
Tá dagføringin er gjørd, fær undirvísingarverkið eina nógv lættari og greiðari KT-umsiting, stovnarnir verða nógv meira dáturiknir og tí eisini gjøgnumskygdir og effektivir, og so verður trygdin við Skúlaneti av álvara sett í hásætið.
- Ja, tá verkætlanin er liðug, skal skipanin hjálpa skúlum og undirvísingarstovnum at umsita dagliga virksemið á ein einfaldan og lættan hátt, sigur Mortan Zachariasen.
- Og við hesi felags KT-skipanini fáa skúlarnir, stovnarnir og mynduleikarnir kunning og hagtøl, og so verða øll trygdarkrøv eisini røkt, sigur hann.
Rannvá Dávadóttir er leiðari á Lestrarskrivstovuni á Setrinum. Hon nýtti høvi til at vísa fólkinum í Kongshøll, hvussu skipanin sær út úr ávikavist sjónarhorninum hjá einum starvsfólki og einum lesandi. Og greitt er, at talan er um eitt sera stórt framstig fyri báðar bólkar samanborið við í dag.
Martin Zachariasen, rektari á Setrinum, frøist um stóru nútímansgerðina, sum Kervi+ fer at hava við sær.
- Kervi+ fer at gera tað lættari og smidligari fyri lesandi at hava fult yvirlit yvir sín lestur, bæði tá tað snýr seg um lestraravrik og læruætlanir. Og so fer Kervi+ eisini at veita nógv betri fyrisitingarligan stuðul til undirvísarar og útbúgvingarleiðsluna, segði rektarin m.a.
At endaði takkaði Johan Ísak Suni Hansen, fyrisitingarstjóri á Setrinum, fyri tað fyrimyndarliga samstarvið, sum hevur verið millum allar teir mongu bólkarnar í hesi stóru verkætlanini. Samstundis ávaraði hann um, at í so umfatandi verkætlan eru altíð onkrir snávingarsteinar, og tá ræður um at halda fast.
- Tað er avgerandi, at vit øll her í endaspurtinum halda fram við tí góðu tilgongdini, segði fyrisitingarstjórin á Fróðskaparsetrinum.
- 17.12.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinFøroyska COVID19-stýringin í stórari altjóða útgávuTað vóru serliga kanningarnar og tilmælini, sum vóru sers...
- 16.12.2024 Setrið NámsvísindadeildinTá málið skuggar fyri rættinum til útbúgvingTilflytarabørn hava menniskjarætt til útbúgving, og spurn...
- 16.12.2024 Setrið NámsvísindadeildinLívið sum læraralesandi í FøroyumLæraralesandi á Setrinum, sum Kringvarp Føroya hevur tosa...