Setrið liður í vakstrarætlanini fyri Føroyar
Um verðulig gongd skal koma á ætlanirnar at gera ein universitets campus í Tórshavn, so má ein samstarvsavtala millum land, kommunu og vinnulív koma í lag.
Fróðskaparsetrið má gerast ein partur av einari innovatións- og vakstrarstrategi fyri Føroyar sum heild.
Hetta sigur John Andersen, sosiologur og professari á Roskilde Universitets Center (RUC), sum í hesum døgum vitjar á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetur Føroya, har hann undirvísir 3. árs bachelor lesandi í fakinum samfelagsplanlegging. Í hesum høpi hava tey lesandi viðgjørt býarætlanina hjá Tórshavnar kommunu. John Andersen greiður soleiðis frá:
“Undirvísingin í samfelagsplanlegging hyggur hesa vikuna millum annað at menningarætlanina fyri Tórshavnar Kommunu. Kjakið handlaði um eitt nú býar samleika, hvørjar avbjóðingar miðbýurin hevur og viðurskiftini millum Havnina og økini kring býin.
Hvussu skulu avbjóðingarnar við flyting og ferðing (mobiliteti) taklast í framtíðini?
Kjakið peikaði fram móti tveimum høvuðsavbjóðingum fyri býin:
1) at styrkja Havnina sum útbúgvingarstað – eitt nú við at halda uppá fleiri fólk og við at fáa fleiri at venda heimaftur eftir lokna útbúgving (at mótvirka “brain-drain”). Ein tílík ætlan vil krevja eitt tætt samstarv (partnaraskap) millum landsstýri, Tórshavnar kommunu og vinnulívið. At sasta uppá Havnina sum útbúgvingarbý er eisini ein liður í einum landsumfatandi vakstrar- og innovasjónspolitikki.
2) Einum strategiskum bústaðarpolitikki við fleiri leiguíbúðum og lættar atgongd til bústaðir fyri einlig, ung og “tey mobilu”, tvs. fólk sum ikki ynskja at binda seg við eini eigaraíbúð, men hóast tað ynskja at royna býarlívið.
Tað er áhugavert at samanbera menningina í Keypmannahavn og Tórshavn heldur John Andersen, og greiður frá:
“Í 80unum var tað soleiðis, at hvørja ferð Keypmannahavn varð nevnt, so fór alt Christiansborg í baklás. Tað kom ikki ferð á útbyggingin av universitetinum fyrr enn tað í 90'unum kom ein vakstraravtala í lag. Tað sær út fyri mær sum, at nakað líknandi ger seg galdandi í Føroyum."
John Andersen hevur drúgvar royndir, sum undirvísari og granskari, og hevur harumframt eisini starvast á EU kommissiónini í Brussels, sum ráðgevi. Hann starvast í dag sum professari á RUC, Institut for Miljø, Samfund og Rumlig Forandring, har hann millum annað granskar innan fátækradømi, býarmenning og samfelagsplanlegging. Eisini er hann leiðari av nýggju útbúgvinini innan býarplanlegging á RUC (Plan, By og Proces).
Sí meir um John Andersen
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...