01.11.2010
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Setrið - Nordic Centre of Excellence

Komandi fimm árini verður Setrið við í eini stórari norðurlendskari granskingar- verkætlan, sum skal lýsa, hvørja ávirkan veðurlagsbroytingar í framtíðini fara at hava á vistskipanirnar í høvunum kring Norðurlond.


Hetta var greitt í farnu viku, tá NordForsk, sum er stovnur undir norðurlendska ráðharraráðnum, kunngjørdi, hvørjar tær tríggjar verkætlanirnar eru, sum fáa pengar at kanna, hvussu umhvørvið verður ávirkað av veðurlagsbroytingum og hvussu livandi verur tillaga seg hesum broytingum. NordForsk hevði valt at brúka 90 milliónir norskar krónurnar til hesar kanningar komandi fimm árini. Fróðskaparsetrið gjørdist partur av einari av teimum trimum útvaldu verkætlanum.

NORDIC CENTRE OF EXCELLENCE

Verkætlanin nevnist ”Study of Climate Change Effects on Marine Ecosystems and Resource Economics”. Ætlanin er, at kanna hvørja ávirkan veðurlagsbroytingar kunna fáa á høvini í Norðurlondum, at finna fram til nýggjar mátar, sum lýsa hesar broytingar, og hvørjar fíggjarligar avleiðingar hesar broytingar fara at hava. Ætlanin við verkætlanini er eisini at byggja upp eitt gott og gevandi umhvørvi fyri ungar granskarar í Norðurlondum.

Hinar báðar verkætlanirnar, sum vórðu valdar sum ‘Nordic Centre of Excellence’, vóru “How to Preserve the Tundra in a Warming Climate”, sum verður stýrd frá Finnmark University College í Norra, og ein verkætlan, sum verður samskipað av Danmarks Miljøundersøgelser, og er um “Nordic Strategic Adaptation Research”. Mogens Henze, formaður fyri nevndini, sum hevur viðgjørt  verkætlanirnar, sigur, at tey vænta sær nógv av hesum trimum verkætlanum. Føroysku luttakaranir í verkætlanini verða Petur Steingrund frá Havstovuni og Eyðfinn Magnussen  frá Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum.

VERKÆTLANIN

Verkætlanin, sum Fróðskaparsetrið er partur av, er eitt samstarv millum 47 granskarar frá tíggju norðurlendskum universitetum og øðrum granskingarstovnum, sum hava sligið seg saman um verkætlanina. Granskingarsamstarvið skal byrja í 2011 og varar í 5 ár. Samanlagt eru játtaðar 32 milliónir norskar krónur til arbeiðið, harav tann føroyski parturin er 2.6 milliónir.

Talan er um 16 PhD verkætlanir og 4 Postdoc, umframt ráðstevnur og ymisk undirvísingarvirksemi, sum er knýtt at teimum ymisku verkætlanum. Ein av hesum PhD verkætlan verður í Føroyum. Verkætlanin ber heitið: “Changes of the spatial distribution of cod on the Faroe Plateau related to climate and other environmental conditions“, og byrjar væntandi miðskeiðis í 2012.

FØROYSKI PARTURIN AV VERKÆTLANINI

Endamálið við føroyska partinum av verkætlanini er at kanna, hvussu hitabroytingarnar í sjónum hava ávirkað útbreiðsluna hjá toski undir Føroyum. Hesi seinastu árini er sjógvurin á føroyska landgrunninum vorðin alsamt heitari. Í 1990-árunum hækkaði miðal hitin 1,4 stig; frá 7,4 stigum í 1994 til 8,8 stig í 2004. Eftir hetta lækkaði hitin eitt sindur aftur, og í 2008 var miðalhitin komin niður á  8,4 stig.

Hitin í sjónum hevur týdning fyri hvar toskurin gýtir. Teir ymisku toskastovnarnir í Norðuratlantshavinum gýta vanlig í sjógvi, ið er millum 0 og 6 stig heitur. Fer hitin upp um 6 stig, hevur hetta eina keðiliga ávirkan á, hvussu gýtingin hilnast, og hvussu væl toskalarvurnar klára seg ta fyrstu tíðina. Hvussu tann hækkandi hitin ávirkar gýtingina hjá føroyska toskinum vita vit ikki, men vónandi verða vit klókari, tá verkætlanin er liðug.

BACHELORRITGERÐ GRUNDARLAGIÐ

Í  2010 vístu tveir lívfrøðilesandi á Setrinum í teirra bachelorritgerð á, at árini 1994 til 2008 hevur toskurin á føroyska landgrunninum týðuliga flutt seg longur eystureftir um várarnar,  sum er tann tíðin, tá toskurin gýtir. Ætlanin er nú at kann nærri hví so er. Kanningarnar skulu byggja á mátingar, sum Magnus Heinason hevur savnað á yvirlitstrolingunum hesi seinastu árini. Frá 1994 til 2008 vóru tiknar tilsamans 4.076 trolstøðir á landgrunninum: 1.478 um várið og 2.598 um heystið. Á hvørjari av hesum støðunum eru upplýsingar um, hvussu nógv var fingið av toski og hvussu gamal og stórur toskurin var. Eisini eru gjørdar kanningar av føðini hjá fiskinum á fleiri av støðunum. Við støði í hesum kanningunum verður útbreiðslumynstrið hjá toskinum undir Føroyum kortlagt og hvussu hetta er broytt gjøgnum árini. Við at samanbera útbreiðslumynstrið við hita, salinnihald og æti í sjónum, ber vónandi betur til at skilja, hvørjir umhvørvisparametrarnir eru, sum stýra útbreiðslumynstrinum hjá toski á føroyska landgrunninum.

TÆTT SAMSTARV MILLUM UNIVERSITETINI

Í verkætlanini verður stórur dentur lagdur á samstarvið í millum tey tíggju norðurlendsku universitetini. Hvør verkætlan er knýtt at trimum universitetum. Føroyska verkætlanin verður knýtt at einari íslendskari verkætlan hjá Háskúla Íslands. Her er ætlanin, at kanna, hvussu feitur og væl fyri føroyski toskurin er ymsastaðni á Landgrunninum og á Føroyabanka og hvussu tað er broytt seinast 30 árini. Eisini er ætlanin at kanna, hvussu sambandið er millum íslendskan og føroyskan tosk. Ætlanin er eisini, at tann føroyski PhD-studenturin skal verða á universitetinum í Oslo í tveir mánar, har hann skal arbeiða við hagfrøðiligum modellum, sum lýsa ta rúmligu útbreiðsluna hjá toski og hvussu hon broytist við tíðini. Eisini skulu tveir studentur, ein frá Åbo Akademy University og ein frá universitetinum í Helsinki í Finlandi, vera á Fróðskaparsetrið, har teir skulu vera í tveir mánar.

Leiðari av granskingarverkætlanini verður Nils Christian Stenseth frá universitetinum í Oslo.

Les eisini: