03.06.2024
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Setrið og KU ritstjórnað altjóða tíðarrit

Samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya og lærda háskúlan í Keypmannahavn endaði við felags ritstjórn av altjóða tíðarriti
 
Seinasta útgávan av vísindaliga tíðarritinum, International Journal of Marine and Coastal Law hjá útgevaranum Brill, er ritstjórnað av Yoshifumi Tanaka, professara á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, og Bjørn Kunoy, professara á Fróðskaparsetri Føroya. 
 
Útgávan telur tilsamans sjey greinar, ið viðgera ymsar havrættarligar spurningar í samstíðini, m.a. tvær greinar hjá ávikavist Bjørn Kunoy og Yoshifumi Tanaka.

Millum evnini í greinunum er m.a., hvussu ein framtíðar sáttmáli um fyribyrging av plastdálking í sjónum kann grundast á havrættarsáttmálan hjá ST. Eisini verður sjóneykan sett á søgulig rættindi, og hvussu havrættarsáttmálin loyvir londum at útinna søgulig rættindi á ein hátt, ið er sambærligur við havrættarsáttmálan. Somuleiðis verður viðgjørt, um sigast kann, at grundleggjandi altjóðarættarreglan, sum kallast territorialur integritetur, er ein positivur rættur í havrættarsáttmálanum, sum lond kunnu líta á, um kríggj brestir á. 
 
Greinasavnið byggir á eini havrættarráðstevnu í Keypmannahavn, sum Fróðskaparsetrið og lærdi háskúlin í Keypmannahavn skipaðu fyri í mars 2023, og sum varð partvíst fíggjað av Reiðarafelagi Føroya.
 
Lesið meira um hesa seinastu útgávuna av International Journal of Marine and Coastal Law her.