Setrið online-atgongd til idunn.no
Skriva út

Setrið online-atgongd til idunn.no

Setrið hevur nú, saman við Landsbókasavnið og øðrum útbúgvingar- og granskingarstovnum fingið online-atgongd til norska tíðarritsgrunnin idunn.no


idunn.no er ein av teimum fremstu norðurlendsku grunnunum við faktíðarritum.

Hetta eru vísindalig tíðarrit við høvuðsdenti á samfelagsfrøði og hugvísindi, men eisini tíðarrit um løgfrøði, pedagogikk, heilsu- og sosialviðurskifti, búskap og náttúruvísindi.

Tað eru góðir leitimøguleikar í teimum 49 tíðarritunum, og til ber eisini at finna greinir í eldri útgávum av tíðarritunum.

Hetta savnið við norskum tíðarritum online hevur tikið sær heitið eftir norrønu gudinnuni Iðunn, sum stendur fyri ynging og endurnýggjan.

Teir stovnar, sum eru við í samstarvinum um E-feingi, hava atgongd til hesi tíðarritini.