Setrið skal vera opið, inkluderandi og savnandi
Arbeiðsbólkurin, ið hevur viðgjørt fyrireiking av framtíðar hølisviðurskiftum á Setrinum, hevur handað landsstýriskvinnuni fyrstu frágreiðingina
Í desember 2015 setti Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, arbeiðsbólk við tí setningi at “fyrireika framtíðarætlan fyri hølisviðurskiftini hjá Fróðskaparsetri Føroya”. Mándagin handaði Sigurð í Jákupsstovu, rektari, landsstýriskvinnuni fyrstu frágreiðingina frá arbeiðsbólkinum.
Sum er húsast Setrið í ymsastaðni í býnum, og minni enn so altíð undir fullgóðum umstøðum, og á einum fermetratalið, ið er lítið samanborið við onnur universitet. Strategiætlanin hjá Setrinum leggur upp til eitt vaksandi tal av studentum og fleiri útbúgvingar. Skal Setrið draga studentar og starvsfólk til sín og skal økta virksemið hava nøktandi umstøður, so krevst, at hølisviðurskiftini verða dagførd.
Arbeiðsbólkurin heldur, at staðsetingin á Debesartrøð/Nóatúni/Frælsinum er framúr góð, og tí verður mælt til “at menna økið soleiðis, at tað verður ein merkisstaður við stórari atdráttarmegi har virksemi og karmar stuðla hvør øðrum, og økið fær ein eyðsýndan samleika”. Víðari verður sagt, at “universitetsøkið má vera eitt opið, inkluderandi og savnandi umhvørvi, ið dregur býin, samfelag og vinnulív til sín.”
Arbeiðsbólkurin, sum hevur havt ein fastan fund um vikuna og annars fundast eftir tørvi, hevur býtt arbeiðið í fýra tættir: 1. Lýsing av Fróðskaparsetrinum og framtíðar tørvinum 2. Markamót til aðrar stovnar á økinum 3. Lýsing av bygningunum á Frælsinum 4. Bústaðartørvur hjá lesandi
15. apríl skipaði bólkurin fyri verkstovu, har vísindastarvsfólk og lesandi vóru við. Á verkstovuni luttóku eisini serfrøðingar uttaneftir: Helene Bekker, arkitektur frá Henning Larsen Arkitekter, Sebastian Horst, instituttleiðari á Københavns Universitet og Inge Mette Kirkeby, arkitektur og seniorgranskari á Statens Byggeforskningsinstitut, har tey greiddu frá um ávíkavíst:
- “Tilgongd, ætlan og atlit”
- “Framtíðar lestrarlív, nýggjar karmar um læring”, og
- “Lestrarumhvørvi, sum stuðlar undir menning og vitanardeiling”
Verkstovan var skipað sum fyrilestrar og orðaskifti, og eisini hevði arbeiðsbólkurin almennan fund við fyrilestrum og kunning um arbeiðið hjá arbeiðsbólkinum.
Limirnir í bólkinum hava verið:
Fyri Fróðskaparsetrið: Hans Pauli Joensen, Jørgen Meitilberg og Sigurð í Jákupsstovu Fyri Mentamálaráðið: Martin Næs og Mortan Zachariassen
Fyri Landsverk: Kirstin Hansen og Ole Jensen
Fyri Bústaðir: Sigmar Jacobsen
Hoelir_Fragreiding_juni_2016.pdf
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...