staðseting Gethin.jpg
Fróðskaparsetur Føroya hevur tikið stig til at stovna nýggjan Depil fyri staðsetingarfrøði, og kortlegging og landmáting verða eisini granskingarevni (Foto: G.W.Roberts)
Gethin Wyn Roberts, lektari í landmátingarverkfrøði
06.07.2020
Setrið Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Setrið stovnar Depil fyri staðsetingarfrøði

Depilin skal menna føroyska staðsetingarfrøði við landmáling og kortlegging til frama fyri bæði vinnu og samfelag

Umhvørvisstovan tók fyri stuttum við ábyrgdini av landmáling og kortlegging av bæði landi og sjógvi, og nýggi Depilin fyri staðsetingarfrøði fer at styrkja yvirtøkuna.

Í fyrsta umfari fer depilin at bjóða styttri skeið, tey fyrstu byrja síðst í august.

Fróðskaparsetur Føroya hevur saman við Landsverki og Umhvørvisstovuni skrivað undir avtalu um tættari samstarv, og Landsverk og Umhvørvisstovan eru í fyrsta umfari við til at fíggja depilin. Setrið hevur harumframt gjørt avtalu um staðsetingarfrøðiligt samstarv við danska rúmdargranskingarstovnin á Danmarks Tekniske Universitet, DTU Space.

Gransking á Setrinum

Kortlegging og landmáling verður eisini eitt granskingarevni á Setrinum.

Gethin Wyn Roberts, lektari í landmátingarverkfrøði hevur fingið játtað eina millión krónur í stuðuli frá Granskingarráðnum til verkætlanina HARMONISE. Hon snýr seg um talgilt eftirlit av standi og viðurskiftum hjá skipum og skipsskrúvum (HeAlth and EnviRonmental MONItoring of Ships and PropEllers). 

Tvey ára granskingarverkætlanin, sum er í samstarvi við MEST, Havstovuna og tekniska universiteti í Graz í Eysturíki, kannar nýtsluna av GNSS- og FBG-tøkni til at máta, hvussu tung og lin skip eru. GNNS stendur fyri Global Navigation Satellite Systems og FBG fyri Fibre Brag Grating.

Avdúka slit á skipum

Nógv ymisk viðurskifti ávirka, hvussu tung og lin skip eru, m.a. frakt, streymur, alda, og hvussu skipið liggur í sjónum. Harumframt kunnu smærri og skjótari broytingar koma av, at lutir umborð, so sum motorur og pumpur, ristast. Samanlagt merkir tað, at skipið hevur nøkur dynamisk eyðkenni, sum, um tey verða máld, kunnu siga nakað um standin av skipinum.

GNNS hevur áður víst seg at vera væl egnað til at mála, hvussu tungar og linar langar heingibrýr eru, har forskjótingin hevur verið máld niður í millimeturin við 100 Hz. Úrslitini kunnu lesast bæði í tíð og títtleika. Og í báðum førum ber til at varnast frávik. Harafturat hevur FBG verið nýtt at mála avskapan av statiskum konstruktiónum sum tunlum og vegum.

Í verkætlanini nýtir Gethin Wyn Roberts roynda tøkni til nýggj endamál. Hugsanarstøðið er, at við at mála, hvussu tungt og lint eitt skip er, ber til at avdúka langtíðar slit og knappligar broytingar. Harumframt kannar verkætlanin, hvussu tøknin kann mála óljóð frá skrúvuni inn í skipið. Ljóðmálingin kann avdúka skaðar á skrúvuni, antin tí hon er rakt ella boygd av onkrum, ella tí at smá hol eru komin í skrúvuna yvir tíð. Í báðum førum økist óljóðið frá skrúvuni.

Fyrimunirnir við at kunna staðfesta slíkar ristingar og slíkt óljóð eru tvinnir. Í fyrsta lagi kunnu skipini verða umvæld, so lamurin minkar, og fiskiskapurin batnar, tí fiskurin ikki verður stygdur burtur av óljóðinum. Í øðrum lagi kann verkætlanin hava við sær umhvørvisligar batar. Óljóðið verður uppdagað, skipini verða umvæld, og ljóðdálkingin í sjónum minkar og hevur minni órógvandi ávirkan á djóralívið, ikki minst hvalastovnarnar.

Dortin Hansen týddi til føroyskt