Bergur Djurhuus Hansen Á Uarctic Congress Juni 2024 Tá Føroyar Verða Valdar Sum Vertur Í 2026 Klipt
Bergur Djurhuus Hansen í Bodø, har tað varð einmælt samtykt, at Fróðskaparsetur Føroya skal vera vertur fyri UArctic 2026
05.06.2024
Setrið Føroyamálsdeildin
Skriva út

Setrið vertur fyri UArctic 2026

Aðalfundurin í UArctic samtykti í vikuni, at Fróðskaparsetur Føroya verður vertur fyri UArctic Congress 2026, sum verður ein av størstu ráðstevnunum í landinum nakrantíð

Arktiska universitetið, kallað UArctic, er eitt altjóða samstarv av universitetum, granskingarstovnum og øðrum stovnum, sum hava til endamáls at fremja gransking og útbúgving í arktiska økinum.

Føroyar eru limir í Arktiska Ráðnum, og Fróðskaparsetur Føroya hevur limaskap í UArctic á jøvnum føti við onnur universitet í samstarvinum.

UArctic hevur júst havt ráðstevnu og hildið aðalfund í Bodø í Noregi, og har legði Bergur Djurhuus Hansen, dekanur, fram eitt uppskot um, at Setrið fegin vil verður vertur fyri UArctic Congress 2026. Uppskotið varð mánadagin 3. juni 2024 einmælt samtykt av limunum.

Talan verður um eina av teimum heilt stóru ráðstevnunum við millum 500 og 1000 luttakarum úr mongum ymsum londum, so stór fyrireiking skal til, men endamálið er eisini at fáa nógv burturúr, sigur Bergur Djurhuus Hansen.

- Í fyrsta lagi hevur tað týdning fyri føroyska samfelagið, tí vit vísa, at vit eru virkin í arktiskari gransking, og vit vísa eisini, at vit geva íkast á markamótinum millum gransking og politikk, sum fyllir alsamt meira í hesum tíðum. Í øðrum lagi fáa vit sum Setur høvi at vísa, at vit megna at skipa fyri eini so stórari tvørvísindaligari altjóða ráðstevnu, har fólk úr stórum parti av heiminum taka lut. Og í triðja lagi hevur staðsetingin í Føroyum alstóran týdning fyri føroyskar granskarar, sum lættliga kunnu knýta sambond við aðrar granskarar og koma upp í netverk at gera seg galdandi. Serliga síggi eg hetta sum ein fyrimun fyri ungar føroyskar granskarar, sigur Bergur Djurhuus Hansen.

Martin Tvede Zachariasen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, sær somuleiðis stórar fyrimunir við, at UArctic 2026 verður í Føroyum.

- Ja, eg fegnist um, at Setrið verður vertur fyri so stórari altjóða ráðstevnu. Hetta vísir, at vit spæla týdningarmiklan leiklut, tá tað ræður um arktiska gransking og arktiskt samstarv. Fróðskaparsetur Føroya vil vera ein samansjóðaður partur av altjóða akademiska samfelagnum, og henda ráðstevnan er eitt gott dømi um tað og eitt týdningarmikið stig á leiðini, sigur rektarin.

Mong ymisk samstørv eru skipað undir UArctic, har starvsfólk á Setrinum eisini geva og fáa íkast. M.a. stendur Bergur Djurhuus Hansen á odda fyri einum nýggjum netverki, sum kallast Thematic Network on Arctic Cultures and History (ARCH), sum er grundað á ta hugsan, at ivamál ella trupulleikar í Arktis ikki kunnu svarast ella loysast uttan so, at tey søguligu og mentanarligu viðurskiftini verða tikin við.

Eitt annað dømi er verkætlanin, ConnectED, sum hoyrir undir netverkið, Teacher Education for Social Justice and Diversity in Education, har Kalpana Vijayavarathan, sum er nýggjur dekanur á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya, er verkætlanarleiðari.

UArctic Congress verður í Føroyum í mai 2026.