Setrið við í felags norðurlendskum master
16. november kom játtandi svar frá Norðurlandaráðnum um, at umsókn um felags norðurlendskan master varð gingin á møti.
Fróðskaparsetur Føroya, Nordland universitetið í Bodø, Háskoli Íslands, Universitetið á Akureyri og Universitetið í Grønlandi sendu 14. september 2012 umsókn til Norðurlandaráðið um játtan til at menna ein felags master við heitinum Managing Societal Development in the High North" (DEV4NORA).
Í døgunum 12.-13. september fundaðust umboð fyri øll universitetini á Søgu og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, har umsóknin varð gjørd liðug og send Norðurlandaráðnum. Og tann 16. november fingu vit svar frá Norðurlandaráðnum um, at umsóknin varð gingin á møti.
Talan er um 1 millión norskar krónur, sum skulu brúkast til at menna útbúgvingina. Raksturin skulu universitetini sjálvi taka sær av. Upprunaliga er talan um hugskot, sum NORA hevur sett fram.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...