Setrið viðurkent av Sameindu Tjóðum
Landgrunsskeiðið “Summer Academy on the Continental Shelf” (SACS) hevur vakt ans í altjóða høpi
Í 2014 bjóðaði Fróðskaparsetur Føroya á fyrsta sinni út landgrunsskeiðið “Summer Academy on the Continental Shelf” (SACS). Innihaldsliga fevndi skeiðið um teknisk viðurskifti og almennar altjóðarættarligar reglur í sambandi við landgrunsmarknaáseting.
Síðani tá hava um 90 fólk úr 50 ymiskum londum tikið hetta skeið. Fleiri luttakarar á SACS hava verið úr menningarlondum, heruppií Fiji, Vietnam, Bangladesh, Sri Lanka, India, Madagaskar og Iran.
Nú hevur Fróðskaparsetur Føroya fingið altjóða viðurkenning fyri hetta arbeiðið. Mikudagin 23. november 2016 varð semja um havrættarviðtøku Aðalfundar Sameindu Tjóða fyri 2016. Hon er nú í endaligum líki og verður formliga samtykt seinni. Nýggja greinin sigur, at aðalfundurin
“Takes note of the holding of three sessions of the Summer Academy on the Continental Shelf (SACS) in 2014, 2015 and 2016 in the Faroe Islands, organized by the University of the Faroe Islands“.
Hetta verður sett inn í Part II, ið nevnist “Capacity Building”, ið snýr seg uppbygging av vitan í menningarlondum.
Nærri upplýsingar um SACS og umrødda mál fáast á heimasíðu Setursins, undir www.setur.fo/sacs, og við at venda sær til útbúgvingarleiðaran í løgfrøði, Bárð Larsen, á bardurl@setur.fo.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...