SETUR.FO í nýggjum hami
Mikudagin 8. mars kl. 13.30 lat Fróðskaparsetur Føroya upp heimasíðu í nýggjum dagførdum sniði.
www.setur.fo er heimasíðan, har fólk kunna seg um Fróðskaparsetur Føroya, útbúgvingar og gransking á Setrinum og lesa tíðindi um Setrið ella onnur tíðindi, sum eru viðkomandi í Seturshøpi. Heimasíðan hevur leingi trongt til ábøtur og til at fáa eitt meira dagført snið. Hesum hevur verið arbeitt við nú eina tíð.
Mikudagin 8. mars lat www.setur.fo so endiliga upp í nýggjum hami. Skipað var fyri einum stuttum tíðindafundi á Lestrarskrivstovuni, har snøggaða og endurnýggjaða síðan var latin upp fyri almenninginum og innihaldið var gjøgnumgingið fyri tíðindafólkum.Fundurin var stroymdur HER.
Elin Brimheim Heinesen, leiðari á Lestrarskrivstovuni, upplýsir, at tað leingi hevur verið eitt ynski hjá Setrinum at fáa eina betri heimasíðu. Ein arbeiðsbólkur gjørdi fyrireikingararbeiði og eitt uppskot til nýggjan bygnað, og í fjør heyst varð avgerð tikin um at seta ferð á heimasíðuarbeiðið.
– Í seinastuni hevur nógv orka verið løgd í arbeiðið við heimasíðuni, so hon kann verða liðug í góðari tíð, áðrenn fyrstu umsóknarfreistina fyri Kvotu 2 umsøkjarar, sum er 15. apríl. Frá dagførdu heimasíðuni verður møguligt at søkja lestrarpláss á Setrinum umvegis elektronisku upptøkuskipanina, sum verður latin upp samstundis sum heimasíðan, sigur Elin Brimheim Heinesen, ið hevur staðið fyri arbeiðinum við heimasíðuni.
Heimasíðubólkurin er mannaður av Elini Brimheim Heinesen, leiðara á Lestrarskrivstovuni, Poul Laust Christiansen frá PAC Consult Sp/f, sum hevur staðið fyri forritan, Hans Juul Hansen frá Festi Sp/f, ið hevur staðið fyri grafiska partinum, Sjúrði Ravnsfjall frá Námsvísindadeildini, Rannvá Dávadóttir og Ólavur Waag Høgnesen, bæði frá Lestrarskrivstovuni. Gudmund Helmsdal Nielsen og Sunva Eysturoy hava tikið myndirnar á síðuni. Harumframt hava onnur verið við í bólkinum, tá ið tørvur hevur verið á tí. Í fyrireikingarbólkinum sótu Anna Katrin Matras, Uni Árting og Tina K. Jakobsen.
Endurnýggjaða síðan var almannakunngjørd mikudagin 8. mars millum kl. 13.30 og 14.00. Latið var upp fyri heimasíðuni á tíðindafundi, sum byrjaði kl. 13.30 á Lestrarskrivstovuni, sum er í J.C. Svabos gøtu 7 í Havn, har Elin Brimheim Heinesen hevði framløgu um innihaldið á síðuni.
Stroymt varð eisini frá tiltakinum, so øll, sum hava áhuga í hesum, kundu fylgja við á netinum. Stroymingin kann síggjast HER.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...