Setursavrik í týska Tjaldrinum
Týskt-føroyska vinafelagið hevur í vár givið út 63. limablaðið Tjaldur við greinum og ummælum. Ritið hevur til endamáls at kunna um Føroyar. Fyri okkum á Setrinum er tað serliga áhugavert, at virksemið her er væl umboðað. Nýggjar starvsetanir og tilnevningar í fjør eru umrøddar á tann hátt, at kunnað verður um rektaran Chik Collins og professararnar Hans Andrias Sølvará, Firouz Gaïni og Magna Mohr. Ph.d.-ritgerðin Fending for Your Self hjá Karin Jóhonnu Leitisstein Knudsen fær gott ummæli. Harumframt hevur Tjaldur umsett ummælið hjá Maluni Marnersdóttur í Varðanum um Vinaliga, útgávuna við brævaskiftinum millum William Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen.
Annars ummælir ritið Hier Wird Getanzt, savnið við stuttsøgum eftir William Heinesen í týðing Ingu Meincke og ritstjórn Verenu Stössinger, sum kom út í 2018.Tjaldur ummælir m.a. eisini bókina um Heimablídni og tvær skaldsøgur eftir Steintór Rasmussen. Føroyski tónleikapallurin verður lýstur, eins og løgtingsvalið.
Ritið hevur týtt grein hjá Lisbeth Nebelong um Suðuroy og Skúgvoy, eina hjá Páll Kunoy um Skarð og eina røðu hjá Petur Martin Petersen um Jóannis Kristiansen.
Ritið er 160 s. til støddar og hevur eitt yvirlit við viðmerkingum um føroyska bókaútgávu eins og greinir og rit á týskum um Føroyar og úr Føroyum. Her eru frímerkjaútgávurnar ein týðandi partur, og ein kann undrast á, at frímerki eru vorðin so týðandi mentaberi, nú høvuðsendamál teirra sum nýtslugjald fyri postflutning er mestsum burturdottið.
Heimasíðan hjá Týskum-føroyskum vinafelag
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...