16.05.2013
Námsvísindadeildin Føroyamálsdeildin Søgu- og samfelagsdeildin Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Altjóða Skrivstovan Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning
Skriva út

Setursdagurin 2013

Fróðskaparsetrið fyllir 48 ár 20. mai 2013. Í tí sambandi skipar Setrið fyri almennum fyrilestrum í auluni á námsvísindadeildini á Frælsinum.


Tiltakið byrjar kl. 13 og er ætlað at varpa ljós á partar av tí nógvu spennandi og viðkomandi gransking, ið verður framd í Føroyum.

Skrá:

13:00    Vælkomin og kunning um Setrið

13:10    Svein-Ole Mikalsen, ph.d., professari í mýlislívfrøði á Náttúruvísindadeildini
Genetikk - fra mikroorganismer til økosystem
Arvematerialet, DNA, har lik struktur og kjemiske sammensetning hos alle levende organismer. Dette betyr at felles genetiske metoder kan brukes på forskjellige organismer. I en metode leter vi etter små forskjeller i arvematerialet i bestemte gener. Vi bruker hemoglobingener hos torsk som modellsystem, hvor fisk fra Færøybanken og fra Landgrunnen undersøkes. Vi får her mulighet til å undersøke samspillet mellom miljø, fiskens vekst, og fiskens gener. I en annen metode ønsker vi å kunne samtidig identifisere hundrevis av forskjellige bakteriearter eller andre mikroorganismer i en prøve. Prøvene kan komme fra havvann, bunnsedimenter, mage-tarmkanalen på fisk eller menneske, etc. Ved å kjenne fiskens indre bakterier vil vi kanskje etter hvert bli i stand til å få en bedre fiskehelse og utnytte fiskeforet mer effektivt. Bakterier er på mange måter den usynlige basis for økosystemer og næringskjeder, men i havet vet vi lite om samspillet mellom bakteriene og plankton. En større forståelse at dette grunnlaget i næringspyramiden kan gi bedre beregninger av biomasseproduksjon, som igjen kan gi bidrag til en bærekraftig forvaltning av de færøyske marine ressurser.

13:25    Hjalmar Petersen, dr.phil., lektari í málfrøði á Føroyamálsdeildini
Málamót: Margfeldni, athall, divergensur og skizoglossia

13:40    Qin Xin, ph.d., lektari í kunningar- og samskiftistøkni, Náttúruvísindadeildin
Major ongoing EU ICT research projects involved with the University of the Faroe Islands

In this presentation, we will briefly introduce several major ongoing EU Information and Communication Technology (ICT) research projects under European Cooperation in Science and Technology (COST) programme in which the University of the Faroe Islands is involved. COST is one of the longest-running European instruments supporting cooperation among scientists and researchers across Europe and is serving as a flexible, fast, effective and efficient tool to network and coordinate nationally funded research activities, bringing good scientists together under light strategic guidance. ICT domain of COST covers scientific and technical research in all areas of information and communication science and technologies that can be best summarised as treating the processing, transmission, storage, retrieval, management, usage, and exchange of information and knowledge, with emphasis on fundamental aspects and pre-competitive technology development. The University of the Faroe Islands has been actively involved in several ICT COST Actions. We mainly focus on ICT COST Action TD1207 (Mathematical Optimization in the Decision Support Systems for Efficient and Robust Energy Networks) in this presentation.

13:55    Hans Andrias Sølvará, cand. mag., lektari á Søgu- og samfelagsdeildini
“Radikaliseringin av føroyska sjálvstýrisstríðnum í fyrsta triðingi av 20. øld”
Føroyskur politikkur hevur røtur í hendingum kring aldarskiftið 1900. Í árunum eftir aldarskiftið mentust tveir politiskar flokkar, sum høvdu hvør sína hugsjón um framtíðar  støðu Føroya í danska ríkinum. Hesar hugsjónir vóru í byrjanini samdar um, at Føroyar skuldu vera partur av danska ríkinum, men sum frá leið gjørdist tann politiski retorikkurin harðari, og fleiri av sjálvstýrismonn¬unum gjørdust loysingarmenn. Í framløguni verður hendan radikaliseringin av føroyskum politikki lýst, og roynt verður at greina grundirnar til radikaliseringina. Hetta er eitt evni í politisku søgu Føroya, sum Hans Andrias hevur savnað nógv tilfar um seinastu árini og sum hann eisini hevur granskað í og skrivað um.

14:10    Steðgur, kaffi og køkur

14:40    Eyðfinn Magnussen, cand. scient., lektari í lívfrøði á Náttúruvísindadeildini
Setrið í Nordic Centre of Excellence: Ávirkan av hitabroytingum á útbreiðsluna av toski kring Føroyar
Í oktober 2010 kunngjørdi NordForsk, hvørjar tær tríggjar verkætlanirnar skuldu verða, sum kundu breggja sær av heitinum sum ‘Nordic Centre of Excellence’. Fróðskaparsetrið er partur av einari av hesum útvaldu verkætlanum. 32 milliónir norskar krónur eru settar av í eitt fimm ára skeið at kanna, hvørja ávirkan veðurlagsbroytingar kunnu fáa á høvini í Norðurlondum. Eisini er ætlanin at finna fram til nýggjar mátar, sum lýsa hesar broytingar, og hvørjar fíggjarligar avleiðingar hesar broytingar fara at hava. Í triðja lagi er ætlanin at byggja upp eitt gott og gevandi umhvørvi fyri ungar granskarar í Norðurlondum.

14:55    Jógvan í Lon Jacobsen, dr. philos., lektari í málfrøði á Føroyamálsdeildini og Tina Jakobsen, granskingarhjálpari á Føroyamálsdeildini
Talgilding av søvnum á Føroyamálsdeildini
Tey síðstu umleið tvey árini hevur Føroyamálsdeildin lagt stóra orku í at fáa talgilt søvnini á deildini. Tað snýr seg um trý søvn: orðaseðlasavnið, staðarnavnasavnið og bandasavnið.  Ætlanin er at gera søvnini tøk alment øll, soleiðis at tað skal bera til at leita í orðaseðlasavninum eftir orðum og í staðarnavnasavninum eftir nøvnum og í bandasavninum eftir upptøkum og hoyra tær á netinum. Søvnini skulu vera atkomilig gjøgnum heimasíðuna hjá Setrinum. Øll skulu hava atgongd til søvnini. Tað, sum eina ferð er latið deildini í varðveitslu, verður nú latið fólkinum aftur. Tað eru Tina K. Jakobsen og Lena Reinert, granskingarhjálparar á Føroyamálsdeildini, sum hava hesa verkætlan undir hond.
Orðasavnið
Talan er um eitt savn við umleið 700.000 orðaseðlum. Allir orðaseðlarnir í savninum eru skannaðir, og arbeitt verður nú við at skráseta leitorð, soleiðis at tað skal bera til at leita eftir orðum. Skanningina og skrásetingina hava lesandi á deildini gjørt.
Staðarnavnasavnið
Hetta savnið er samansett av fleiri søvnum, av tí at innsavning av staðarnøvnum hevur verið gjørd í fleiri umførum. Her skal bera til at leita eftir nøvnum og navnapørtum.
Bandasavnið
Deildin hevur ørgrynni av upptøkum við frásøgnum, kvæðum og aðrari munnligari mentan. Ætlanin er, at tað skal bera til at fara inn á heimasíðuna, og hoyra fólk kvøða ella siga frá. Men her mugu vit taka fyrilit fyri lógarverkinum, tí tað er ikki loyvt at leggja t.d. viðkvæmt tilfar á netið uttan loyvi frá heimildarfólkum ella avvarðandi teirra.
Á setursdegnum fer Tina K. Jakobsen at greiða frá talgildingararbeiðinum og at vísa dømi úr teimum trimum søvnunum.

15:10    Kristianna Hammer,  ph.d., lektari í sjúkrarøktarfrøði, Sjúkrarøktarfrøðideildin
Lýsing av vón. Kanning av kvinnum, ið nýliga hava fingið staðfest undirlívskrabba.
Fyrilesturin tekur støði í eini granskingaverkætlan um at kanna upplivilsi av vón hjá kvinnum í samband við, at tær júst hava fingið staðfest krabbamein í undirlívinum. Krabbamein er ein vanlig og ofta lívshóttandi sjúka. Tað at hjálpa einum sjúklingi at finna vón í sjúku og líðing er ein av hornasteinunum í humanistiskt orienteraðari sjúkrarøkt. Í hesi kvalitativu kanningini varð samrøða gjørd við fimtan kvinnur, raktar av undirlívskrabba. Samrøðan varð gjørd sama dag, sum tær fingu diagnosuna krabbamein í undirlívinum. Tað innsavnaða tilfarið varð greinað útfrá einum fenomenologiskum sjónarhorni og eini myndaskapandi visuellari tilgongd. Vón verður savnað í eini syntesu við trimum síðum, einari innanífrá komandi styrki, eini ytri kraft og tí kensluliga sammeinandi í lívinum. Hesi trý sameinað geva eina ómetaliga styrki. kanningini meiningina, ið vón hevur, við at tekna samstundis. Hesin kanningarháttur skapar nýggja vitan um upplivilsi av vón sum heild og lýsir vónina hjá teimum, ið júst eru diagnostiseraði við undirlívskrabba. Hetta hevur avgerandi týdning fyri kliniska sjúkrarøkt í praksis.

15:25    Erla Olsen,  ph.d., námslektari á Námsfvísindadeildini
Kærkomin lærdómur – men tað er ikki stuttligt!
Fáa okkara næmingar í framhaldsdeildini nóg mikið burturúr, tá yvir 60% dámar væl at læra, men færri enn 40% halda tað vera stuttligt at ganga í skúla? Hugleitt verður um hesi viðurskifti, og samanborið verður við tøl úr Íslandi, sum benda á, at tað er stuttligari at ganga í skúla í Íslandi.

15:40    Steðgur

16:00    Bárður A. Niclasen,  ph.d., adjunktur í alisfrøði, Náttúruvísindadeildin
Orka úr havinum
Føroyska samfelagið er alt ov tengt at olju og noyðist at gerast meiri burðardygt. Til alla lukku eru vit signað við nógvum ringum veðri og hørðum ráki. Grøn orka av ymiskum slag er tí ein møguleiki fyri størri orku-sjálvbjargni í Føroyum. Fyrilesturin byrjar við at nevna, hvussu nógva orku føroyska samfelagið krevur, og hvar orkan kemur frá. Nøkur grøn alternativ verða nevnd, og komið verur inn á sjóvarfallsorku og teldumodell fyri sjóvafallsrák millum oyggjarnar, sum vóru gjørd á Náttúruvísindadeildini fyri nakað síðani. Styrkir og vansar við sjóvarfallsorku verða nevnd. Úrslitini síggja lovandi út, og vón er fyri, at munandi partur av okkara orkutørvi í framtíðini kann koma frá sjóvarfallsorku.

16:15    Sissal Rasmussen, ph.d. lesandi á Føroymálsdeilini
Málmenning hjá føroyskum børnum og hví er hon so týdningar-mikil? 
Lýsing av ph.d-verkætlan.

16.30    Uni Árting,  ph.d., adjunktur í jarðfrøði, Náttúruvísindadeildin
Jarðevnafrøðiligar kanningar av basaltinum á føroyska landgrunninum - í vísindum og havrætti
Tann Føroyski landgrunnurin er nærum allur dekkaður av basaltfláum, eins og vit kenna á landi. Hesar basaltfláir eru partvíst at síggja á havbotninum, men longur úti á landgrunninum eru hesar undir sedimentum. Sum partur av PhD verkætlan eru royndir tiknar av hesum basaltfláum. Hetta eru royndir frá kanningarboringum eftir olju, og grynri vísindaligum boringum. Jarðevnafrøðiliga vísa kanningarnar at hesar basaltfláir sera líkar basaltfláunum í Føroyum, sum eru partur av risastóra Norðuratlantiska basaltháslættanum. Hesar kanningar eru eisini partur av landgrunskravinum sum Danska ríkið hevur latið ST í samstarvi Føroya Landstýri. Hesin fyrilestur tekur sostatt vísindaliga samanum úrslit frá jarðevnafrøðiligum kanningum av basaltum frá Føroyska landgrunninum, og setur dáturnar inn í onnur høpi, eitt nú havrætt.

16.45    Gestur Hovgaard,  ph.d., lektari á Søgu- og samfelagsdeildini
“At erkenna tað kenda og leita fram tað ókenda.”
Granskingin hjá Gesti er um tær sosialu og vinnuligu avbjóðingar og møguleikar, ið smásamfeløg hava í dagsins globalu broytingum. Hugtakið innovasjón í breiðum týdningi er tað savnandi, t.v.s. hvørjar sosialar broyting henda, og hvussu endurnýggja og skipa vit samfelagið gjøgnum aktiva planlegging. Gestur granskar tvørvísindaliga og problemorienterað, ið er serstakliga væl egnað til tær avbjóðingar, ið smásamfeløg sum okkara hava. Hetta kann samanfatast í hesum áhugamálum:
•    Lokal og regional menning (planlegging, globalisering og ”coping-strategies”).
•    Virkisumsiting (Aquakultur, bioteknologi og kreativar vinnur).
•    Vitanarsøga og vísindateori (læring, interdisciplinaritetur og problemorientering).
Gestur fer at taka tvær verkætlanir fram: 1) um týdningin av alsamt øktum tali av føroyingum í altjóða vinnu; 2) um skipan av hægri lestri í smásamfeløgum.

17.00    Liðugt