05.04.2013
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Seturskjak - “Diabetes typa 2 viðgerð og røkt – verri ella betri í framtíðini?"

Hóskvøldið 11. apríl kl. 19.30 bjóðar Fróðskaparsetur Føroya til Seturskjak á Østrøm við evninum: “Diabetes typa 2 viðgerð og røkt – verri ella betri í framtíðini?”


Diabetes typa 2 er ein lívlong sjúka hvørs eyðkenni er,  at insulinið ikki virkar nóg væl og ger, at blóðsukrið hækkar. Sjúkan hevur ofta verið til staðar í fleiri ár, áðrenn hon verður diagnostiserað. Hon verður eisini ofta funnin av tilvild, tí ein hevur verið hjá lækna vegna onnur sjúkueyðkenni, sum vísa seg at vera ein fylgja av diabetes.

Diabetes typa 2 verður viðgjørd við broytingum í matinum og motión, sum krevur ráðgeving og undirvísing, saman við heilivágsviðgerð.

Vanliga hevur ein stórur partur av  sjúklingunum fingið røkt og viðgerð innan sjúkrahúsgátt, men politiska ætlanin er nú, at røktin og viðgerðin skal útinnast innan kommunulæknaskipanina.

Nakað av almennum kjaki hevur staðist av hesari umlegging og vit kunnu so spyrja um røktin og viðgerðin, við hesari broyting,  verður verri ella betri í framtíðini?

Panelluttakarar eru:
Petur Højgaard, kommunulækni
Mariann Patursson, kliniskur dietistur
Beinta Joensen, diabetessjúkrarøktarfrøðingur
Kristianna Rein, forkvinna í Diabetesfelagnum

Orðstýrari:
Kristianna Winther Poulsen

Hesuferð er tað Sjúkrarøktafrøðideildin sum fyriskipar Seturskjakinum, sum byrjar kl. 19.30 og endar kl. 21.00.

Eitthvørt heilsugott verður at fáa aftaná og høvi er at práta víðari.

Øll eru  vælkomin.