07.01.2013
Námsvísindadeildin
Skriva út

Seturskjak "Elituflokkar ella?"

Hóskvøldið 10 januar kl 19.30 verður aftur skipað fyri Seturskjaki, har evnið er "Elituflokkar ella?"


Í summum skúlum verða skipað serlig undirvísingartilboð,  sum í størri mun enn vanligt knýta undirvísing og læring saman við áhugamálum næminganna. Hetta  økir um skúlahugin og hevur uttan iva við sær, at teir útvaldu næmingarnir fáa meira burturúr síni skúlagongd, enn teir annars vildu fingið. Eitt dømi um hetta er “fótbóltsflokkurin” í Tórshavnar kommunuskúla. Onnur dømi eru eisini um hetta sama, tó við øðrum innihaldi.

Hóast hesi tilboð eru fyri øll, so er veruleikin tann, at pláss er bert fyri einum avmarkaðum bólki av næmingum, sum síðan fáa høvi at dyrka síni serligu áhugamál/gávur.

Sambært fólkaskúlalógini er fólkaskúlin hin almenni skúlin, sum skal rúma øllum børnum og sum skal geva øllum børnum sínar avbjóðingar t.e. optimalar umstøður og møguleikar at læra.

Er hetta veruleiki, tá nøkur úrvald fáa serlig undirvísingartilboð framum onnur?,

Kunnu slík tilboð veitast øllum næmingum fólkaskúlans,  ella eru vit í holt við at broyta skipanina og flokka næmingar í a- og b-næmingar?

Hesuferð er tað Námsvísindadeildin sum fyriskipar Seturskjaki og bjóðar sum nevnt til kjak um hetta evnið, hóskvøldið 10. januar kl 19.30 á Østrøm á Skálatrøð

Á skránni er fyrst pallborð, har fýra stutt upplegg eru frá: Hanus Joensen, skúlastjóra í Kommunuskúlanum, Herálvur Jacobsen, formanni í Lærarafelagnum, Eyðdis Eidesgaard, skúlastjóra í Eysturskúlanum og Janus Jensen, deildarleiðar á Námsvísindadeildini. Eftir hetta verður lagt upp til kjak, har eisini áhoyrarar fara at luttaka og verður kjakið stýrt av Helenu D. á Neystabø sum orðstýrara.

Seturskjakið byrjar klokkan 19.30 og er sett at verða til kl. 21.00, tá vit bjóða kaffi og smákøkur og har fólkið fær høvið til at práta víðari.

Øll eru vælkomin