Seturskjak "Fólkaheilsupolitikkur: forboðspolitikkur ella tilboðspolitikkur?"
01.10.2012
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Seturskjak "Fólkaheilsupolitikkur: forboðspolitikkur ella tilboðspolitikkur?"

Sjúkrarøktarfrøðiskúlin stendur fyri komandi Seturskjaki 4. oktober 2012, kl 19.30 – 21.00 á Østrøm. Avgjørt er at evnið hesuferð skal vera heilsupolitikkur, har yvirskriftin er: Fólkaheilsupolitikkur: forboðspolitikkur ella tilboðspolitikkur?


Í dagsins samfelag verður javnan varpað ljós á fólkaheilsuna. Hetta verður m.a. gjørt við at geva árunum heiti alt eftir hvat umráði dentur skal leggjast á. Dømi um hetta er – kostár og rørsluár. Ì ár er heiti Eldraár!

Ein partur av grundarlagnum undir at varpa ljós á hesi umráðir, er Visjón 2015, har m.a. Fólkaheilsuætlan Føroyinga, sum byggir á fyribyrging og heilsufremjan, er ein liður í hesi visjón. Við støði í hesum áliti, koma javnan tilmælir og átøk, sum skulu viðvirka til at náa settu málum í  ætlanin. Og javnan verða hesi fylgd. Dømi um hetta er: MARK

Allur politikkur og sostatt eisini fólkaheilsupolitikkur, hevur eitt virðisgrundarlag, sum kemur til sjóndar í førda “politikkinum”, og sum tí vil fáa avleiðingar fyri borgaran. Tí hevur tað almennan áhuga at varpa ljós á virðisgrundarlagið undir heilsupolitikkinum.

Leisturin fyri Seturskjakið verður skipað sum pallborðskjak, har luttakararnir eru:

  • Karsten Hansen, landstýrismaður í heilsumálum
  • Elin Lindenskov, kommunupolitikkari og forkvinna fyri Heilsu- og umhvørvisnevndini í Tórshavnar kommunu
  • Jógvan D. Hansen, heimsspekingur
  • Ruth Vang, ljósmóðir
  • Jónvør Christiansen, sjúkrarøktarfrøðingur og leiðari av Heilræði
  • Annemi Lund Joensen, sjúkrarøktarfrøðingur, stjórnmálafrøðingur og undirvísari á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum.


Orðstýrari er Kristianna Winther Poulsen

Pallborðskjakið verður skipað í tráð við útvarpssendingina “Spyr bara”, har:

  • Orðstýrarin setur spurningin
  • Pallborðsluttakararnir fáa 2 minuttir at siga sína hugsan um hendan
  • Kjak millum pallborðsluttakararnar sínámillum og við áhoyrararnar


Orðstýrarin endar Seturskjakið við at geva pallborðsluttakarunum høvi at taka samanum/gera sínar síðstu viðmerkingar til, hvat er komið fram undir kjakinum.