Seturskjak - “Planlegging – fyri hvønn og hví?"
14.05.2013
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Seturskjak - “Planlegging – fyri hvønn og hví?"

Í kvøld týskvøldið 14. mai kl. 19.30 bjóðar Fróðskaparsetur Føroya til Seturskjak á Østrøm við evninum: “Planlegging – fyri hvønn og hví?”. Hesuferð er tað Søgu- og Samfelagsdeildin sum fyriskipar.


Planlegging hevur alstóran týdning fyri nútímans samfelagið, og vit brúka sum samfelag serstakliga nógva orku uppá at planleggja.

Vit planleggja, tá vit menna og skriva lógir, tá vit gera fyriskipanir og frágreiðingar, tá vit tekna, útrokna og projektera. Vit planleggja tá vit arbeiða við býarætlanum og vinnuframa, tá vit leggja stovnar saman og gera fíggjarkarmar, tá vit privatisera ella gera almenn partafeløg. Vit planleggja tá vit takast við fiskiveiði, landbrúk, sjúkrahús og eldrarøkt.

Men í Føroyum gera vit merkisvert lítið burturúr at kjakast um, hví vit planleggja, og um vit nú planleggja rætt!

Planlegging er trupul, tí hon leggur til rættis eina framtíð, ið vit ikki kenna. Eitt nú byggja planlógir á ta fatan, at sett verður av lendi og tilfeingi til ymisk viðkomandi endamál, ið síggjast aftur í býarskipan, friðingum og øðrum almennum samtyktum. Men henda skipan virkar bert, um kjakið áhaldandi verður sett í gongd og mannagongdir fylgdar. Sum støðan er nú, verða hesar almennu skipanir í staðin broyttir og lagaðar til eftir einstøku málunum.

Áðrenn framløgurnar frá panelinum, fer Gestur Hovgaard stutt at leggja fram, hvat planlegging er og hví vit planleggja.

Panelluttakarar eru:

  • Kári á Rógvi, sum fer at siga nakað um verandi planlógir og almenna planlegging “uppi-frá-og-niður” og myndugleikanna fyriskipan av menning og raðfesting.
  • Poula Á. Lervig sum fer at siga nakað um kommunala planlegging og mannagongdir.
  • Sámal Matras Kristiansen, ið fer at siga nakað um nýggjar hugsanir innan planlegging “niðri-frá-og-upp”, herundir borgaraluttøku í lokalari menning.


Orðstýrari:

Kári Mikkelsen.

Hesuferð er tað sum sagt Søgu- og Samfelagsdeildin sum fyriskipar Seturskjakinum, sum byrjar kl. 19.30 og endar kl. 21.00, tá vit bjóða kaffi og smákøkur og har fólkið fær høvið til at práta víðari. Samstundis er hetta eitt gott høvi til at hita upp til Ráðstevnuna um Lívfrøðiligt margfeldi og lendisnýtsla í Føroyum, sum verður Norðurlandahúsinum 16. mai 2013, sí nærri kunning her.

Øll eru  vælkomin.