Seturskjak - Tórshavn sum universitetsbýur
03.11.2012
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Seturskjak - Tórshavn sum universitetsbýur

Komandi hóskvøld verður aftur skipað fyri Seturskjaki, har evnið er "Tórshavn sum universitetsbýur"


Føroyska samfelagið er í ógvusligari broyting. Vit eru í eini nýggjari tíð, har framburður og vælferð í alsamt størri mun verður tengdur at okkara kunnleika og skaparaevni.

Síðan 1965 hava vit havt gransking og frálæru á universitetsstigi nakað, ið hevur ment seg spakuliga. Í dag hevur Setrið fleiri enn 650 lesandi og eini 100 starvsfólk. Altjóða ráðstevnur verða hildnar í Føroyum, og føroyskir granskarar virka í altjóða granskingarsamstarvi, hetta í beinharðari kapping við granskarar úr øðrum londum, har einans førleiki, vitan og skapanarevni telur.

Lesandi á Setrinum taka partar av teirra útbúgving aðrastaðni í heiminum, meðan lesandi uttanlanda velja at koma á Setrið sum liður í teirra útbúgving. Føroysk lesandi hava í seinastu viku, saman við øðrum lesandi, havt høvi til at luttaka í Norðurlendskari kapping um uppfinningar og innovatión.

Alt hetta og nógv meira fer í dag fram í okkara egna universitetsheimi. Í allari stillheit hevur eitt virðismikið vitanarumhvørvi spakuliga ment seg her á landi.

Men eru vit klár at taka næsta stigið og viðurkenna yvir fyri okkum sjálvum og umheiminum, at her heima áttu vit at havt ein veruligan universitetsbý? Og hvussu brynja vit okkum til tann støðugt vaksandi tørv, sum umheimurin og føroyski arbeiðsmarknaðurin setir okkum, innan vitan, gransking og útbúgving?

Ein liður í hesari menning er eisini ætlanin, at byggja eitt nýtt altjóða universitets campus á Debesartrøð/Noatúni. Í hesum høpi verða nógvir spurningar at viðgera, og vit eiga øll at luttaka í hesum kjaki, tí tað viðkemur og rakar okkum øll, sum búgva her.

Tí vilja vit bjóða til Seturskjak um hetta evnið, hóskvøldið 8. November kl 19.30 á Østrøm á Skálatrøð

Á skránni verða fyrst trý stutt upplegg, ið fara at viðgera evnini:

•    "Tórshavn sum universitetsbýur" - Jóan Petur Hentze frá Tórshavnar Kommuna
•    "Útbúgvingartørvur og smátjóðir" - Gestur Hovgaard frá Søgu- og samfelagsdeildini á Setrinum
•    "Vinnumenning og universitetsumhvørvi" - Ólavur Gregersen frá Syntesa

Eftir hetta verður lagt upp til kjak, har eisini áhoyrarar fara at luttaka og Elin Winther Poulsen verður orðstýrari.

Á tiltakinum verða eisini modell og tekningar við seinasta arkitekt uppskotinum av einum nýggjum campus á Debesartrøð/Nóatúni vístar fram.

Seturskjakið byrjar klokkan 19.30 og er sett at verða til kl. 21.00, tá vit bjóða kaffi og smákøkur og har fólkið fær høvið til at práta víðari.

Øll eru vælkomin