Seturskjakið - Føroyskt í altjóðagerðini
23.04.2012
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Seturskjakið - Føroyskt í altjóðagerðini

Hóskvøldið 26. apríl 2012 kl. 19.30 verður aftur skipað fyri almennum kjakkvøldi kallað "Seturskjakið". Evnið hetta kvøldið er "Føroyskt í altjóðagerðini - fleirmálsligur gerandisdagur".


Tiltakið verður skipað soleiðis, at fyrst fara Jógvan í Lon Jacobsen og Hjalmar P. Petersen at hava hvør sína framløgu um evnið. Eftir hetta verður so kjak, har ið fólk við eitt pallborð leggja fyri. Fundarfólkið fær eisini høvi at luttaka í kjakinum, sum verður stýrt av orðstýrara.

Tiltakið verður hóskvøldið 26. apríl 2012 kl. 19.30 í Østrøms Fabrik á Skálatrøð í Tórshavn.


Seturskjakið er alment tiltak, har øll eru hjartaliga vælkomin.