Seturskjakið um "Skúlabyrjan hjá barninum".
30.01.2012
Námsvísindadeildin Altjóða Skrivstovan
Skriva út

Seturskjakið um "Skúlabyrjan hjá barninum".

Hóskvøldið 2. februar 2012 kl. 19.30 verður aftur skipað fyri almennum kjakkvøldi kallað "Seturskjakið". Evnið hetta kvøldið er "Skúlabyrjan hjá barninum".


Tiltakið verður skipað soleiðis, at fyrst fara Annika Anthonisussen námslektari í námsfrøði og samfelagsfrøði á Læraraskúlanum og Karolina Matras, Ph.D lesandi og námslektari í sálarfrøði og mál- og lesimenning á Læraraskúlanum at hava hvør sítt upplegg um evnið. Eftir hetta verður so kjak, har eisini eitt panel er sett. Í tí verða afturat Anniku og Karolinu her Maibritt Jacobsen og Ingun Joensen. Áhoyrarar til tiltakið eru eisini ætlaði at luttaka í kjakinum, sum verður stýrt av orðstýrara.


Tiltakið verður sum nevnt hóskvøldið 2. februar 2012 kl. 19.30 í Læraraskúlahøllini, Frælsið 20, FO-100 Tórshavn.


Seturskjakið er alment tiltak har øll eru hjartaliga vælkomin.