Shahin Gaïni adjungeraður lektari á Setrinum
02.11.2015
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Setursskrivstovan
Skriva út

Shahin Gaïni adjungeraður lektari á Setrinum

Shahin Gaïni, yvirlækni, ph.d., og serlækni í internum medisini, infektiónsmedisini og tropumedisini á Landssjúkrahúsinum, er frá 1. november 2015 knýttur at Megindeildini fyri náttúru- og heilsuvísindi sum adjungeraður lektari í ígerðarsjúkum (infektiónsmedisini).


Ígerðarsjúkur hava bæði søguliga og í okkara nútíð havt stóran týdning fyri okkara heilsu. Dømir úr Føroyum eru meslingar, nátasjúka, botulisma og tuberklar. Globalisering, ferðamynstur, veðurlagsbroytingar og migratión gera, at smittisjúkur og resistentar bakteriur spjaðast globalt og eisini koma til okkara leiðir. Gransking og undirvísing í mikrolívfrøði og ígerðarsjúkum hevur tí stóran týdning eisini fyri okkum í Føroyum. Eitt høgt vitanarstøði innan mikrolívfrøði og ígerðarsjúkur skal gera tað møguligt í framtíðini at viðgera og koppseta fyri sjúkur, sum áður vóru lívshóttandi.

Shahin Gaïni hevur royndir við hægri undirvísing og vegleiðing av lesandi á øllum akademiskum stigum. Hann hevur undirvísingarroyndir frá Syddansk Universitet, frá útbúgving av læknalesandi og av nýggjum serlæknum. Á Setrinum hevur hann m.a. undirvíst á bachelorútbúgvingini í lívfrøði.

Sum adjungeraður lektari fer Shahin Gaïni at hava uppgávur, sum m.a. fevna um at menna hægri útbúgving og gransking innan heilsu- og læknavísindi, og at virka fyri heilsuvísindaligum samstarvi í Føroyum og uttanlands. Hann hevur í sínum virki tætt samstarv við Odense Universitetshospital, Syddansk Universitet, Amsterdam Universitet, Landspitali Ísland, Háskóla Íslands og Centers for Disease Control and Prevention innanfyri læknafrøðiliga gransking. Trý ph.d. lesandi í Føroyum og ein ph.d. lesandi í Danmark hava Shahin Gaïni sum vegleiðara.

Landssjúkrahúsið og Setrið undirskrivaðu í 2014 eina samstarvsavtalu. Adjungeringin av Shahin Gaïni verður við til at menna samstarvið millum stovnarnar.