Skriva út
Síðsta freist 01. februar
Nú nærkast síðsta freist at lata inn úrtak til kvæðaráðstevnuna í summar.
H.N. Jacobsens bókhandil verður í ár 150 ára gamal. Hetta verður hátíðarhildið við stórari kvæðaráðstevnu í Norðurlandahúsinum 20.-24. juli. 7 høvuðsfyrilesarar eru: Andrea S. Opielka, Ann-Mari Häggman, Eyðun Andreassen, Louis-Georges Tin, Velle Espeland, Olav Solberg og Peter Andersen.
Les meira um ráðstevnuna og evnini á henni í lýsingini eftir úrtøkum. Enn er møguligt at lata inn úrtak til ráðstevnuna. Úrtakið skal vera 300-500 orð, fyrilesturin skal vera 20 min. + 10 min. til spurningar og kjak. Sendið úrtøk til info(at)ballads2015.fo.
Lýsing eftir úrtøkum (FO) / Call for Papers (UK)
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...