09.03.2009
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Sigrid fer frá eftir 30 árum

Sigrid Johannesen gevst sum vaskikona á Fróðskaparsetrinum


Í vikuni, sum fór, vaskaði Sigrid Johannesen seinastu ferð á sínum arbeiðsplássi á Setrinum. Hon hevur í 30 ár hildið alt reint og nossligt á Føroyamálsdeildini og Setursskrivstovuni og hevur gjørt sítt til, at tað hevur verið arbeiðsligt og hugnaligt hjá starvsfólkum, studentum eins væl og gestum. Sigrid hevur verið eitt álitisfólk og er altíð fryntlig at møta. Á samkomu týsdagin nýttu starvsfólk og leiðsla á Føroyamálsdeildini og Setursskrivstovuni høvi at takka Sigrid fyri trúfasta tænastu og ynskja henni blíðan byr í komandi tíð. Í fráfaringartalu síni segði Sigrid: “Eg havi altíð kent meg væl á hesum arbeiðsplássi, tí her eru øll vælkomin. Øll hava verið eins við meg, antin tað hevur verið høgur ella lágur.”