Sigur fyri Ukraina í Haag
Fyri lítlari løtu síðani varð úrskurður sagdur um fyribils tiltøk sagdur í trætuni millum Ukraina og Russland, sum Ukraina leygardagin 26. februar læt til altjóða dómstólinum í Haag
Talan er um ein stóran sigur fyri Ukraina.
Ein úrskurður um fyribils tiltøk er bindandi, men undandømir ikki endaliga spurningin um løgdømi, t.e. hvørt Altjóða dómstólurin, ICJ, hevur løgdømi.
Hinvegin við at gera ein úrskurð um fyribils tiltøk hevur ICJ mett seg at hava prima facie jurisdiktión, sum tað kallast á løgfrøðismáli.
Dómstólurin tekur undir við tveimum umbønum hjá Ukraini:
1. Russland skal gevast við øllum hernaðarligum tiltøkum í Ukraina
2. Russland skal bera so í bandi, at persónar - onnur enn herfólk -, sum eru undir russiskum eftirliti, ikki skulu taka fleiri stig sum liður í hernaðarligu tiltøkunum.
Dómstólurin áleggur síðani báðum pørtum um at ikki at gera støðuna verri.
Í morgin klokkan 14 fer Bjørn Kunoy, professari í altjóða lóg, at halda fyrilestur um rættarmálið í Haag móti Russlandi.
Talan er um almennan fyrilestur á Søgu- og samfelagsdeildini í Jónas Broncks gøtu í Havn.
Lesið meira um tiltakið her.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...