Fróðskapur
09.09.2008
Skriva út

Símunarbók. Heiðursrit til Símun V. Arge

Forlagið Fróðskapur hevur givið út áhugaverda bók um føroyska fornfrøði. Bókin er skrivað í sambandi við, at Símun V. Arge, fornfrøðingur, varð 60 ár tann 5. september og er heiðursrit til hansara. Ritstjórnað bókina hava Caroline Paulsen og Helgi D. Michelsen. Bókin er 252 síður, í litum og kostar 250 kr í bókabúðunum. ISBN: 978-99918-65-18-8


Í Símunarbók, sum bókin eitur, eru savnaðar 20 greinar, skrivaðar av føroyskum, norðurlendskum og bretskum høvundum um ymisk fornfrøðilig og søgulig viðurskifti í Føroyum og grannalondunum í víkingaøld og miðøld.

Greinarnar snúgva seg m.a. um matframleiðslu, húsabygging, kirkjur, lýsiframleiðslu, turrfiskaframleiðslu, lógarviðurskifti, sambond millum lond og mangt annað. Eisini verður sagt frá Orminum Langa,  fornfrøðiligum útgrevstrum í Vestmanna og í Reynagarði í Havn.