Sissal kannar málstøðið hjá føroyskum smábørnum
“Við hesi kanning fáa vit meiri vitan um og amboðið til at máta móðurmálsliga menningarstøðið hjá føroyskum smábørnum”.
Hetta sigur ph.d-lesandi á Føroyamálsdeildini, Sissal M. Rasmussen. Sum liður í granskingararbeiði sínum, sendi hon í seinastu viku foreldum at føroyskum børnum í aldrinum átta mánaðir til trý ár eitt bræv, har tey umvegis internetið verða biðin um at svara eini røð av spurningum um hvørji orð, børn teirra skilja og siga.
Kanningin fer at geva okkum støðið ella normin fyri, hvussu væl eitt føroyskt barn kann væntast at vera fyri móðurmálsliga í einum ávísum aldri. Við einum slíkum normi, ber betri til at vita, nær og hvussu vit skulu koma til hjálpar, um eitt barn hevur trupulleikar við málmenningini.
Sissal M. Rasmussen er fegin um og takkar fyri at so mong foreldur longu hava svarað. Og samstundis minnir hon á spurnarblaðið um málmenning. Leinkið til kanningina er her og higani er aftur leinkið til spurnarblaðið.
Sissal hevur biðið foreldrini svara innan 15. juni, tí tá verður áminning send út til teirra, sum ikki hava svarað. Hon leggur dent á, at av tí at vit í Føroyum eru so fáment, er tað sera týdningarmikið, at so nógv sum gjørligt luttaka. Tí vil hon fegin frætta frá foreldrum, sum av onkrari orsøk ikki hava fingið bræv frá sær. Tey kunna gera vart við seg í telduposti til hana á hesi adressuni: sissalmr(at)setur.fo
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...