Klakkur.jpg
Gethin Wyn Roberts, lektari á Náttúruvísindadeildini hevur fingið eina millión til verkætlan um talgilt eftirlit av standi á skipum og skipsskrúvum (Foto: skipalistin.fo)
Brynhild Thomsen
29.05.2020
Setrið
Skriva út

Sjey milliónir til 10 granskarar

Granskingargrunnurin hevur latið stuðul til fýra ph.d.-verkætlanir og seks aðrar verkætlanir. Teir 10 granskingarleiðararnir virka í Føroyum og uttanlands, og teir flestu eru knýttir at Setrinum

Góð tíðindi eru í dag fyri fleiri granskarar hjá okkum á Fróðskaparsetrinum.

Granskingarráðið hevur kunngjørt, hvørjar granskingarverkætlanir fáa stuðul úr Granskingargrunninum í ár, og tær flestu hava rót á Setrinum.

Granskingarnevndin hevur á fundi 25. mai játtað stuðul til 10 nýggjar granskingarverkætlanir. Tilsamans eru játtaðar sjey milliónir krónur til verkætlanir á økjunum hugvísindi, samfelagsvísindi, náttúruvísindi & tøkni og heilsuvísindi.

Umsóknirnar, sum hava fingið játtað stuðul úr Granskingargrunninum í 2020, eru:

Hug- og samfelagsvísindi

Jan Jensen: "Rein Boð": kristiligt orðaskifti um etikk í Føroyum.
Ph.d.-verkætlan á University of Cambridge - Játtan kr. 575.000.

Jens Dam Ziska: Mynd, illusión og fatan.
Post.doc.-verkætlan á University of California og á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum. – Játtan kr. 500.000.

Bárður Larsen og Jose M. Lorenzo Villaverde: Skipan av lóg og institutiónum í Føroyum í sambandi við yvirtøkur innan ríkisfelagsskapin. Ein samanberandi lýsing av avbjóðingum, trupulleikum og møguleikum.
Verkætlan á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum - Játtan kr. 750.000.

Náttúruvísindi og tøkni

Gethin Wyn Roberts: Talgilt eftirlit av standi og viðurskiftum hjá skipum og skipsskrúvum.
Verkætlan á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum – Játtan kr. 1.000.000

Anni Djurhuus: Árstíðar broytingar av virus til súgdjór á føroyska landgrunninum.
Verkætlan á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum – Játtan kr. 440.000

Jóhannus Kristmundsson: Viðgerð av mátiúrslitunum frá fleiri fleirstrálaðum ekkóloddinum til nýtslu í alivinnuni.
Ph.d.-verkætlan á Fiskaaling – Játtan kr. 930.000

Heilsuvísindi

Magni Mohr: Vøddaglykogen og vøddavirkni undir hørðum intervalarbeiði við denti á kaliumregulering.
Verkætlan á Deildini fyri Heilsu og Sjúkrarøkt á Fróðskaparsetrinum – Játtan kr. 200.000

Niclas Højgaard Eysturoy: Tann føroyski knæ-kanningarbólkurin. Ein kanning av etiologi og langtíðar avleiðingum av Trochlear Dysplasi og knæ-skels keiking.
Ph.d.-verkætlan á Landssjúkrahúsinum – Játtan kr. 670.000

Noomi O. Gregersen: At eyðmerkja ílegur, sum kunnu elva til bróstkrabba í Føroyum, og kanna sambandið hjá hesum ílegum við ávísar bróstkrabba biomarkørar.
Verkætlan á Ílegusavninum – Játtan kr. 840.000

Tórur Sjúrðarson: Týdningur av angiotensin converting enzyme virkisstigi fyri tillaging til kropsliga venjing.
Ph.d.-verkætlan á Deildini fyri Heilsu og Sjúkrarøkt á Fróðskaparsetrinum – Játtan kr. 1.100.000

Vit ynskja øllum granskarum hjartaliga til lukku og góðan arbeiðshug!

Lesið meira á heimasíðuni á Granskingarráðnum um gransking og fígging av føroyskari gransking her.