Eyðfinn Magnussen, Náttúruvísindadeildin
24.06.2011
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Sjey nýggir lívfrøðingar frá Setrinum

Fríggjadagin 24. juni fingu sjey lívfrøðingar handað prógv á Fróðskaparsetrinum. Prógvhandanin er endin á einari trý ára bachelorútbúgving, sum byrjaði á Náttúruvísindadeildini á heysti 2008.


Hesi trý árini hava næmingarnir lært um livandi verur, um náttúruna og náttúruviðurskifti. Serligur dentur hevur verið lagdur á, at viðgera tað, sum hevur við Føroyar og føroysk viðurskifti at gera. Útgangsstøðið hevur tó alla tíðina verið altjóða gransking, og tí fáa studentarnir eitt bachelorprógv, sum kann brúkst á universitetum kring allan heim.

Útbúgvingin endar við einari verkætlan, har studentarnir sjálvir velja sær eitt granskingarevni. Tríggjar verkætlanir vórðu gjørdar á hesum sinni.

Bachelor verkætlanirnar

LISTERIA BAKTERIAN
Beinta Birgitta Hentze Jensen og Inga Fossdal Nielsen hava kannað, hvussu listeria bakterian spjaðist á einum føroyskum laksavirki. Listeria monocytogenes er ein sjúkuelvandi bakteria, sum er vanlig í umhvørvinum, men, um illa vil til, kann hon elva til álvarsligu sjúkuna listeriosu hjá menniskjum. Virkir, ið viðgera laks, hava javnan verið dálkað við L. monocytogenes. Kortini veit man lítið um, hvar í framleiðsluni dálkingin av L. monocytogenes stavar frá.

KRÆKLINGAALING Í FØROYUM
Finngerð Jensen og Esbern Patursson hava gjørt kanningar av lívfrøðini hjá kræklingi á fýra ymiskum støðum. Eisini hava tey kannað møguleikan at ala krækling í Føroyum. Kanningar vórðu gjørdar av gýtingini hjá kræklingi, mongdini av larvum í sjónum gjøgnum árið og hvussu kræklingurin veksur á teimum ymisku firðunum. Eisini vórðu ymisk umhvørvisviðurskifti í firðunum kannað, so sum hiti, streymur og nøgdin av klorofyl. Úrslitini vístu, at tað eru góðir møguleikar at ala krækling í Føroyum.

BAKTERIUR Á LANDGRUNNINUM
Anni Djurhuus og Jóhanna Jørgensen hava kannað, hvønn týdning bakteriur hava fyri gróðurin á føroyska landgrunninum. Tað er sera ymiskt, nær á árinum og hvussu umfatandi várblómingin av plantuæti er á Landgrunninum. Hesin munur er sera týðandi fyri alla vistskipanina. Fyri at skilja og umsita vistskipanina betur, hevur tað alstóran týdning at kenna drívmegina handan gróðurin út í æsir. Seinastu árini er týdningurin, sum smáverur hava fyri gróðurin, farin at fylla meira í hesum kjakinum. Sum á so mongum øðrum økjum, vita vit lítið um, hvønn týdning bakteriur hava fyri gróðurin á føroyska landgrunninum. Hetta hava Anni og Jóhanna tó bøtt munandi um við teirra bachelorverkætlan, so at vit í dag vita nógv meira um, hvønn týdning bakteriur hava fyri plantuvøksturin á Landgrunninum.

36 lívfrøðingar frá Setrinum

Umframt omanfyri nevndu lívfrøðingar, kundi Lars Larsen Black tann 15. juni kalla seg bachelor í lívfrøði, eftir at hann hevði verið til sína seinastu próvtøku á Fróðskaparsetrinum. Bachelorverkætlanin hjá Lars er ein vistfrøðilig kanning av vatnasílum í trimum føroyskum vøtnum.

Síðani fyrsta bachelorprógvið í lívfrøði varð givið í 1998, hava tilsamans 36 lívfrøðingar fingið prógv frá Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum.