05.06.2024
Setrið
Skriva út

Sjey verkætlanir á Setrinum fingið stuðul

Helvtin av teimum 12 verkætlanunum, sum hava fingið stuðul frá Granskingarráðnum hesa ferð, eru verkætlanir hjá Fróðskaparsetri Føroya, og meirlutin av stuðlaðu ph.d.-verkætlaninum eru eisini knýttar at Setrinum. Haraftrat fekk ein verkætlan á Setrinum stuðul úr Arbeiðsmarknaðargrunninum

Tólv verkætlanir hava nú fingið tilsamans 9.9 milliónir krónur í stuðli frá Granskingarráðnum, og seks teirra eru heimahoyrandi á Setrinum. Aftrat tí hevur ein verkætlan á Setrinum fingið 1,34 milliónir krónur í stuðli úr Arbeiðsmarknaðargrunninum.

Verkætlanirnar við stuðli frá Granskingarráðnum eru hesar:

Pætur Zakariasson: "Frá firring til luttøku – ein kanning av fráveru og luttakandi virki í undirvísingar-umhvørvum í Føroyum". Ph.d.-verkætlan á Námi og Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum - 1.600.000 milliónir krónur.

Helena L. Mortensen: "Náttúra og veðurlagskreppa úr barnaeygum - Ein vistgreinandi og frásagnarfrøðilig viðgerð av nýggjum føroyskum skaldskapi". Ph.d.-verkætlan á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum - 1.600.000 krónur.

Harriet Hammer: "Landsfevnandi kanning av heilivágsnýtslu í Føroyum". Verkætlan á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum - 390.000 krónur.

Jana Mortensen: "Hvussu fólk í Føroyum, sum hava kognitivar avbjóðingar sum fylgja av parkinsonsjúku, navigera í dagligdegnum". Ph.d.-verkætlan á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum - 445.000 krónur.

Svein-OIe Mikalsen: "Genomini hjá føroyskum toski - útbreiðsla og søga". Verkætlan á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum - 505.000 krónur.

Marjun á Fríðriksmørk Berbisá: "Umhvørvis DNA - Eitt hent amboð til stovnskanningar av uppsjóvarfiski og skráseting av hjáveiðu". Ph.d.-verkætlan á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum og Varðanum -  370.000 krónur.

Tilsamans fekk Fróðskaparsetrið 3,31 millión krónur frá Granskingarráðnum hesa ferð.

Lesið meira um, hvørjar aðrar verkætlanir eisini fingu stuðul frá Granskingarráðnum her.

Aftrat teimum seks verkætlaninum omanfyri, hevur Fróðskaparsetrið, sum nevnt omanfyri, eisini fingið 1,34 milliónir krónur úr Arbeiðsmarknaðargrunninum til eina verkætlan hjá Anniku H. Davidsen: "Virknaðurin av toymisinterventión á kensluliga møði hjá føroyskum umsorganarstarvsfólki". Hetta er granskingarverkætlan á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum - 1.340.000 krónur.

Lesið  meira um, hvørjar aðrar verkætlanir eisini fingu stuðul úr Arbeiðsmarknaðargrunninum her.