Sjøtul settur á útbúgving i námsfrøðiligari leiðslu
Skriva út

Sjøtul settur á útbúgving i námsfrøðiligari leiðslu

Seinasta fríggjadag møttu lesandi fyri fyrstu ferð til samskipaðu útbúgvingina í námsfrøðiligari leiðslu. Útbúgvingin er fyrsta av sínum slag á Fróðskaparsetrinum og er partvíst eitt samstarv við útbúgvingarstovnin Glasir (hægri nám).


Útbúgvingin telur tilsamans 60 ECTS, sum svarar til 1 ára fulltíðarlestur. Útbúgvingin verður tó løgd til rættis sum hálvtíðarlestur í 2,5 ár. Undirvísing verður í vikuskiftum, hetta so at lesturin minst møguligt órógvar arbeiðið í gerandisdegnum hjá teimum lesandi.

Endamálið við útbúgvingini er at veita verandi og komandi skúlaleiðslum grundleggjandi ástøðiligar og verkligar førleikar innan skúlaleiðslu. Útbúgvingin er skipað í tveir partar: Fyrri parturin er uppstigan til bachelor, ætlað lærarum útbúnir eftir eldri skipan, og seinni parturin er diplomútbúgvingin í námsfrøðiligari leiðslu. Lærarar útbúnir eftir nýggju skipanini (B.Ed.) kunnu fáa fyrra partin heilt ella partvíst góðskrivaðan.

Útbúgvingin er granskingargrundað og miðar ímóti at menna sjálvstøðugar leiðsluførleikar, sum serliga eru rættaðar móti leiðslu í fólkaskúlanum. Tað eyðkennir útbúgvingina, at serligur dentur verður lagdur á arbeiðsumstøðurnar hjá skúlaleiðslum, har t.d. feltini námsfrøði, floksleiðsla, starvsfólkaleiðsla, leiðsla av fólkaskúlanum sum organisatión samt samskifti renna saman. Tað, sum eisini eyðkennir útbúgvingina, er samstarv við foreldur, avvarðandi skúlastýri, landsmyndugleika, kommunur og aðrar viðkomandi myndugleikar.

Útbúgvingin gevur førleikar at nýta ástøðiliga vitan í verki, sjálvstøðugt arbeiðslag í mun til at skipa dagligu uppgávurnar og verkætlanir í fólkaskúlanum. Eisini stuðlar útbúgvingin undir førleikan at síggja seg sjálva/n og sítt leiðsluvirksemi í einum samfelagsligum høpi, førleikan at samstarva tvørtur um fakmørk og megna sjálvsleiðslu, og í mun til starvsfólkahópin í fólkaskúlanum at geva afturboðan og konstruktivan kritikk og sum heild at vera “viðleikandi mótspælari” hjá lærarum og øðrum viðkomandi fakbólkum í samband við dagliga virksemið og kjarnuuppgávu fólkaskúlans.

Tað eru tey bæði Jóhannes Miðskarð, adjunktur í námsfrøðiligari leiðslu á Setrinum, og Súsanna Olsen, námslektari og samskipari á Setrinum, sum standa fyri útbúgvingini og sum saman við øðrum fara at undirvísa. Samanlagt eru tað eini 50 fólk, sum nú eru farin undir samskipaðu útbúgvingina í námsfrøðiligari leiðslu.