04.05.2018
Skriva út
Sjóvinnuhúsið alment tikið í nýtslu
Fyrrapartin kl. 10.30 varð skipað fyri móttøku niðri á Vestarubryggu 15, har Fróðskaparsetur Føroya er flutt inn í snotilig høli.
Virksemið hjá Setrinum er at finna á aðru, fjórðu og fimtu hædd í bygninginum, og tað eru tvær av deildunum á Fróðskaparsetrinum, Náttúruvísindadeildin og Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi, sum eru fluttar inn her.
Leigumálið rúmar bæði undirvísingarhølum og bólkarúmum fyri lesandi, umframt at gamla saltsiloin er umbygd til bæði nútímans fyrilestrarsal á fjórðu og fimtu hædd, og at matstova verður innrættað í veghæddini. Samanlagt fer hetta at leggja lunnar undir eitt gott lestrarumhvørvi fyri lesandi. Samstundis hava starvsfólk fingið nýggjar skrivstovur og fundarhøli, eins og tað eru innrættað venjingarstova og turrlabratorium. Samanlagt er talan um nútímans fasilitetir.
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...