- Sjúkrarøktarfrøði er eisini eitt fak fyri mannfólk
Søren Martin Johannesen lesur sjúkrarøktarfrøði, og hann hevur eini boð til aðrar menn: Søkið lestrarpláss, tí so fáa tit fakligar og persónligar avbjóðingar og eina ørgrynnu av arbeiðsmøguleikum innan- sum uttanlands
Hann lesur sjúkrarøktarfrøði á UC Syd í Esbjerg, og tá starvsvenjingin stóð fyri durum, valdi hann at søkja sær starvsvenjingarpláss í Klaksvík. Hann hevur ættarbond higar og hevur, síðani hann sum smádrongur flutti til Danmarkar, verið og ferðast her.
Vit hava spurt Søren, hví hann upprunaliga valdi at fara undir at lesa sjúkrarøktarfrøði.
- Frammanundan hevði eg arbeitt á einum skúla í Esbjerg, har børn við serligum tørvi gingu. Hetta tíðarskeiðið søkti eg inn á portørútbúgvingina, tó uttan at sleppa inn. Eg fór so undir at lesa til sjúkrarøktarfrøðing við tí í huga, at hetta kundi gerast mín lopfjøl til portørútbúgvingina, men nú eri eg als ikki vísur í, at tað er tað, sum eg vil. Tí undir mínum lestri og míni starvsvejingartíð í Esbjerg og Klaksvík eri eg vorðin so glaður fyri sjúkrarøktarfrøði sum fak.
Eru onnur mannfólk í flokkinum hjá tær í Esbjerg?
- Við lestrarbyrjan vóru vit 72 lesandi, har vit vóru tríggir menn. Nú eru vit tveir eftir á mínum árgangi.
Hvussu er tað so at vera mannfólk í fakinum og á útbúgvingini?
- Tað er spennandi at vera maður í einum kvinnudomineraðum faki. Fyri meg persónliga hevur tað týdning, at eg kann vera við til at bøta um margfeldið á útbúgvingini. Eg haldi, at tað er umráðandi, at størri kynsjavni er á ymsu fakøkjunum, tí eg eri sannførdur um, at útslitið verður betri, um arbeiðsfjøldin er meira blandað.
- Eg havi eisini í míni lestrartíð merkt, at nógv verður lagt fyri at halda monnunum til lesturin á sjúkrarøktarfrøði, og samstundis veksur tilvitið um tann kynsbýtta arbeiðsmarknaðin, har roynt verður at basa fordómum og eisini munum millum kynini.
- Hvussu ert tú móttikin av tínum lestrarfeløgum?
- Kvinnurnar á útbúgvingini hava tikið sera væl ímóti okkum monnum. Vit arbeiða tætt saman, og eg haldi, at samstarvið verður sterkari og úrslitið eisini betri, tá bæði kyn eru við og brúka sínar ymisku hugsanir, vitan og meiningar á okkara fakøki. Vit verða øll dugnaligari, og leikluturin hjá sjúkrarøktarfrøðinginum verður somuleiðis sterkari rótfestur.
- Eisini hava vit slept fordóminum um, at menn ikki kunnu geva umsorgan, sum jú er ein grundarsteinur í okkara útbúgving. Hetta er bara positivt, tí eingin gransking grundar, at vit sum menn ikki kunnu geva somu umsorgan sum kvinnur kunnu.
Hví valdi tú so at fara í starvsvenjing í Føroyum?
- Tí eg upprunaliga eri úr Føroyum. Eg flutti til Danmarkar, tá eg var tvey ár, og eg havi bara ferðast í Føroyum í frítíðini, og tá eg havi vitjað familjuna. Universitetið í Esbjerg og Setrið eru eisini limir í sama Nordplus-netverkinum, NBNN, har ein fær hjálp at fáa starvsvenjingarpláss og fíggjarligan stuðul. Og eg vildi sleppa at samantvinna mítt ynski um at royna at búgva í Føroyum og fáa størri vitan um heilsuverkið. At eg frammanundan hevði kunnleika til Føroyar hevur havt við sær, at eg kundi hugsavna meg meira um sjúkrarøktina sum fak, tað tekniska í fakinum og vitanarvøllin, sum sjúkrarøktin hvílur á.
Og hvussu var so starvsvenjingartíðin í Føroyum?
- Eg havi verið á klinikk, sum vit kalla tað, í heimarøktini í Klaksvík, har eg koyrdi út til fólk sum sjúkrarøktarfrøðingur. Arbeiðsuppgávurnar eru tær somu sum í Danmark, tað vil siga medisinskamtar, røkt av sárum og stomi o.s.fr. Starvsvenjingartíðin var sera góð, tí eg fekk so gott høvi at menna mínar egnu teknisku førleikar, kunnleika og vitan. Eisini lærdi eg nógv av at fáa størri ábyrgd, sum bara hevur havt góð árin á mítt arbeiði. Eg hevði sera gott samstarv við starvsfelagar og onnur, og ikki at gloyma, so vóru samrøðurnar við brúkararnar so góðar, tí tær góvu mær djúpri fatan og harvið persónliga menning.
Hvat kanst tú siga við onnur mannfólk um tað at lesa sjúkrarøktarfrøði?
- Eg vil avgjørt mæla monnum til at fara at lesa sjúkrarøktarfrøði, hóast hetta er eitt sera kvinnudominerað fak. Vit mugu púra víst gera meira við rekruttering, og tað vil eg eisini hjálpa til við. Eg mæli monnum til at hava dirvi til at gera tað, tí hendan útbúgvingin gevur so nógv fakliga og persónliga.
- Eisini vil eg siga við menn, at ein ørgrynna av góðum arbeiðsmøguleikum eru, so sum á bráðdeplum, í offshore-vinnuni, í anæstesiini, umframt á teimum vanligu økjunum. Og trotið á sjúkrarøktarfrøðingum er stórt, og gravgangur er eisini eftir manniligum sjúkrarøktarfrøðingum, tí øll vilja hava betri javnvág millum kynini fyri at fáa betri úrslit av arbeiðinum.
- Tó vil eg leggja dent á, at tað týdningarmesta er, at ein veruliga hevur eitt ynski um at arbeiða við menniskjum, sigur Søren Martin Johannesen at enda.
(B. Thomsen týddi úr donskum).
Les meira um útbúgvingar á Setrinum her.
Umsóknarfreist at søkja um lestrarpláss gjøgnum kvotu2 er 15. apríl.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...