Sjúkrarøktarfrøðideildin við í Nordplus
12.02.2014
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Sjúkrarøktarfrøðideildin við í Nordplus

Sjúkrarøktarfrøðideildin hevur havt samstarv við aðrar norðurlendskar sjúkrarøktarfrøðiskúlar innan Nordplus síðani heilt aftur í 1980'ini. Hetta samstarv fatar bæði um lesandi og undirvísarar.


Fyri lesandi merkir tað, at tey kunnu taka lut í skeiðum serliga fyriskipað fyri tey og hvørja ferð við serligum evnisinnihaldi. Harafturat kunnu tey søkja um klinisk útbúgvingarpláss, sum eru frá 2 vikum upp í 10 vikur.

Nordplus gevur fíggjarligt ískoyti til skiftislesnað til undirvísarar, lesandi og skeiðsluttakarar og eisini til projektsamstarv millum stovnar innan útbúgvingarøkið í teimum norðurlendsku og baltisku londunum. Endamálið er at halda fast við samhoyringina  millum londini, stimbra menningina og góðskuna innan útbúgvingarøkið.

Heystið 2012 skipaði Sjúkrarøktarfrøðideildin fyri einum skeiði, sum viðgjørdi spurdómar innan sjúkrarøkt til menniskju við sukursjúku. Skeiðið var skipað við fyrilestrum, bólkaarbeiði og framløgum. Lesandi úr Svøríki hava síðani skrivað grein í tíðarritið Vård i Fokus, sí viðheftu grein.

Afturat samstarvinum innan Nordplus fær Sjúkrarøktarfrøðideildin nógvar umsóknir um klinisk útbúgvingarpláss innan allar partar av sjúkrarøktarøkinum. Umsóknirnar eru serliga frá donskum sjúkrarøktarfrøðilesandi. Í løtuni eru 5 lesandi á námsvitjan bæði hjá heilsufrøðingunum og eisini á Landssjúkrahúsinum. Fleiri lesandi hava fingið kliniskt útbúgvingarpláss seinri í vár. Hetta letur seg bert gera við stóru vælvildini, sum klinisku deildirnar vísa.

Í vár fara føroysk lesandi á námsvitjan til fleiri Norðurlond. Sum dømi kann nevnast, at 2 lesandi fara til  Østersund í Svøríki, 2 lesandi fara til Trondheim í Noregi, 2 lesandi fara til Nuuk í Grønlandi, og 1 lesandi er í Slagelse í Danmark.