Sjúkrarøktarfrøðideildini umboðað á  altjóða ráðstevnu
01.10.2013
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Sjúkrarøktarfrøðideildini umboðað á altjóða ráðstevnu

Kristianna Hammer og Anna Sofía fjallheim frá Sjúkrarøktarfrøðideildini hava lagt fram á altjóða ráðstevnu í Ålborg.


Ráðstevnan, sum er tann 32.inda av sínum slag, varð hildin í døgunum 13-16 August í ár og bar heitið "International Human Science Research Conference" (IHSRC).

Annaðhvørt ár verður hon hildin í einum europeiskum landi og annaðhvørt ár í einum amerikonskum landi.

Kristianna hevði eina presentatión av háttalagsgreinini hjá sær: “Drawing as method in health care: experience, reflections and recommendations”.

Anna Sofía hevði ein postara, har onnur av kvalitativu kanninginum í hennara ph.d-verkætlan “Women’s experience with postnatal depression in a small-scale society” varð presenterað.

Okkurt um 300 fólk úr ymsum londum vóru við á ráðstevnuni.