Sjúkrarøktarfrøðilesandi í starvsvenjing í Norra
Í september 2018 fóru sjúkrarøktarfrøðilesandi Súsanna Hendriksdóttir Olsen og Daniella Joensen í starvsvenjing 6 vikur á eini bráðmóttøkudeild á Helgelandssykehuset í Mo í Rana í Norra. Mo í Rana er ein býur á stødd við Tórshavn. Súsanna og Daniella greiða her frá uppihaldinum.
Starvsvenjingin kom í lag gjøgnum netverkið Nordkvist í Nordplus, sum Deildin fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi er limur í. Vit byrjaðu fyrireikingarnar til túrin einar 6 mánaðir áðrenn fráferð saman við lestrarvegleiðaranum á deildini.
Komin til Mo í Rana stóðu tvey sjúkrarøktarfrøðilesandi á lítla flogvøllinum og tóku ímóti okkum og fylgdu okkum hagar vit skuldu búgva. Hesi lesandi vóru okkara “faddur”, og tey skuldu taka sær av okkum meðan vit vóru har. Vit vóru bjóðaðar yvir á skúlan at hitta lestrarvegleiðaran og kliniska vegleiðaran hjá okkum; eisini fingu vit eitt lestrarkort, soleiðis at vit kundu sleppa inn á skúlan, tá vit vildu.
Vit vóru sera væl móttiknar á sjúkrahúsinum og fingu eina rundvísing á øllum deildum. Vit høvdu hvør sín vegleiðara á deildini, og hóast starvsvenjingin var ein "observatiónsvenjing", fingu við høvi at royna ymiskt og eisini sleppa við á aðrar deildir; eitt nú vóru vit báðar á skurðgongini og við til skurðviðgerðir. Tað fall okkum lætt at tosa og skilja norskt.
Vit báðar er samdur um, at tað var sera gevandi at royna starvsvenjing uttanlands. Ein kann læra nógv av at arbeiða saman við fólki við aðrari mentan og máli, at síggja aðrar arbeiðsgongdir og normar á øðrum sjúkrahúsum og eisini at skapa nýggj vinaløg.
Norra hevur sera vakra náttúru, so tað gav okkum eisini høvi til at síggja ymisk. Eitt nú vóru vit kajakktúr, 700 m rennistrong yvir ein fjørð og fleiri gongutúrar. Vit viðmæla heilt sikkurt øðrum lesandi at fara uttanlands í starvsvenjing.
Súsanna og Daniella
Í Nordkvist-netverkinum eru øll norðanlond umboðað (Slagelse, Odense og Svendborg í Danmark, Tórshavn í Føroyum, Nuuk í Grønlandi, Akureyri í Íslandi, Agder og Bodø í Norge, Stockholm, Borås, Karlstad og Luleå í Svøríki, Áland og Arcada i Finnland)
Eitt av høvuðsendamálunum er at økja kunnleikan hjá lesandi um sjúkrarøkt, soleiðis at tey kunna virka í ymiskum samanhangum innan fyri Norðanlond, t.d. mentanarliga, málsliga og innan sjúkrarøktarfakið sum heild.
Nærri kunning fæst við at venda sær til Johild Dulavík, lestrarvegleiðara á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi, johildd@setur.fo
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...