holdinghands27.08.jpg
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
28.08.2019
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Til lesandi Depilin fyri heilsugransking
Skriva út

Sjúkrarøktarfrøðingar við Master í Heilsuvísindum útgivið vísindaliga grein

Ein vísindalig grein við heitinum “Knowledge about heart failure and self-care persists following outpatient programme – a prospective cohort study from the Faroe Islands” er nú almannakunngjørd í tíðarritinum ”Circumpolar Health”. Greinin byggir á eina granskingarverkætlan, ið er farin fram á Landssjúkrahúsinum í samstarvi við Deildina fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetri Føroya. Fyrstu høvundarnir eru Tóra Róin og Katrin á Lakjuni, sjúkrarøktarfrøðingar og master í heilsuvísindum, og greinin er skrivað út frá teirra masterritgerð.

Hjartaviknan er ein kronisk sjúka, sum hevur álvarsamar avleiðingar fyri sjúklingin og samfelagsbúskapin. Viðgerðin av hjartaviknan fevnir um ein farmakologiskan og ein non-farmakologiskan part, har eginumsorgan er mett sum lykilin til hægri lívsgóðsku, lægri mortalitet og færri innleggingar á sjúkrahús. Endamálið við greinini er at eftirmeta, um vitan um hjartaviknan og eginumsorgan hjá sjúklingum broytist eftir undirvísing, teir fingu á ’Eindini fyri hjartaviknan’ á Landssjúkrahúsinum. Kanningin fatar um sjúklingar, sum í tíðarskeiðinum frá 1. januar 2015 til 1. januar 2017 nýliga hava fingið staðfest hjartaviknan.

Sjúklingarnir vóru undir eftirliti á ’Eindini fyri hjartaviknan’ og svaraðu spurnabløðunum ”European Heart Failure Self-care Behaviour Scale” og ”Dutch Heart Failure Knowledge Scale” í byrjanini og eftir 3 og 9 mánaðum. Harumframt vórðu týðandi kliniskir og demografiskir faktorar skrásettir. Við í kanningini vóru 7 (15%) kvinnur og 40 (85%) menn, og úrslitini vístu, at vitan um hjartaviknan øktist og at eginumsorgan hjá sjúklingunum somuleiðis batnaði frá byrjan til 3 mánaðir, og frá byrjan til 9 mánaðir. Somuleiðis sást samband millum eginumsorgan og vitan um hjartaviknan við byrjan.

Niðurstøðan í greinini er, at undirvísing á ’Eindini fyri hjartaviknan’ er gagnlig fyri eginumsorgan og vitan um hjartaviknan hjá sjúklingunum, og at sjúklingar, sum búgva einsamallir, og ið hava høgan aldur, hava serstakan tørv á at vera fylgdir tætt. Ætlanin er at fylgja luttakarunum í kanningini aftur, fyri at staðfesta hvørt tann bati, ið sæst eftir 9 mánaðum, varir við.

Granskingarverkætlanin varð fíggjað av Sjúkrakassagrunninum.

Les greinina her